Boðklivin

Loyndarmálið í Sydney og í Luxor

Tit lesa minst 5 kapitlar um vikuna. Síðan skulu tit loysa hesar uppgávur:

Uppgáva 1:

Tit siga eitt sindur um býin Sydney (genturnar) og Luxor (dreingirnir)

 Uppgáva 2:

Bókaummæli:

Heitið á bókini

Rithøvundur?

Útgivið? (árstal)

Hvør hevur útgivið? (forlag)

Uppgáva 3:

Um Bókina:

Søgugongdin: Greið frá í stuttum, hvat søgan snýr seg um, hvat er spennandi og hvat kjarnan er í søguni.

Hvør: Hvørjir persónar eru í søguni, og hvønn týdning teir hava fyri sjálva søguna?

Hvar: Hvar eru vit?, hvørjari bygd, landi ella staðið eru vit í? Tað er ikki altíð, at vit fáa greitt at vita, men kunnu vit gita okkum fram til, hvar søgan fer fram?

Nær: Hvørji tíð eru vit í? T.v.s. hvat árstal tosa vit um? Ofta fáa vit ikki at vita árstalið, men kunnu vit gita okkum fram til tíðina, við at hyggja nærri at søguni?

Uppava 4:

Boðskapurin við Bókini:

Fái eg nakað at hugsa um, tá ið eg lesi bókina? Ella kann eg knýta søguna við nakað tema, s. s. happing, vinfólk, kríggj, kærleiki v.m.?

Uppgáva 5:

Ummæli:

Greið frá, hvat tú heldur um bókina, um tær dámar bókina, greið frá hví tú dámar hana. Um tað er okkurt, ið tú ikki dámar, greið frá, hví tú ikki dámar hetta.

Tit kunnu eisini geva bókini stjørnur, t.d. 4 stjørnur av 5 møguligum!

Góðu foreldur og næmingar í 4. – 7. flokki

Mánadagin 20. apríl lata vit skúlan uppaftur

fyri yngstu næmingunum, 1., 2. og 3. flokki.

 

Undirvísing heima

Mánadagin 20. apríl byrjar undirvísingin hjá 4. - 7. flokki aftur, men næmingarnir fara   framhaldandi at ganga í skúla heima við hús. Vit byrja á sama hátt sum fyri páskir, tó fara vit at víðka undirvísingina til eisini at fevna um fjarundirvísing.

Fyri at kunna brúka fjarundirvísing, er neyðugt at næmingarnir verða lærdir at brúka “TEAMS”, sum er ein APP í Office365.

Næmingar á skeið í Teams

Í viku 17 skulu næmingarnir í 6. og 7. flokki á skeið at læra seg at brúka Teams. Hetta verður gjørt á tann hátt, at næmingarnir møta í skúlanum týsdagin 21. apríl.

Kl. 12.10 – 13.10 møta hesir næmingar:

·       Bergur, Nóa, Róar og Sjúrður

Kl. 13.10 – 14.10 møta hesir næmingar:

·       Jutta, Anna Maria, Eivør og Heidi Alvilda