Føroyskt

Fyrisøgn 6

6. flokkur í Fuglafjarðar skúla hevur arbeitt við ævintýrum. Hanna hevur verið í bólki saman við einari aðrari gentu og tveimum dreingjum. Tey hava gjørt hugarok um persónar og søgugongd, og Hann hevur teknað ævintýrbrúnna.

Dreingirnir hava litað brúnna, og Hanna og Maria, sum hin gentan eitur, hava klipt og límað persónar, dýr og lutir á hana.

Tey hava øll trý skrivað lyklaorð á brúnna, tí at so er lættari at fara í holt við at skriva.

Flokkurin hevur lisið mong ævintýr, so tey kenna eyðkennini. Tey fýra í bólkinum hava eisini tikið vanligu eyðkennini við. Tey hava ikki skrivað ævintýrið enn, men tey hava hugsað alla søgugongdina.

Tey eru samd um at byrja soleiðis:”Einaferð var tað ein kongur og ein drotning…”

Fyrisøgn 5

Í besta veðri hittast allir 6. flokkar í Føroyum á Svangaskarði á Toftum. Tað er mikudagur 6. mai. Várið er um at vera av, og summarið er í hondum. Blómurnar eru farnar at spretta, og lombini eru komin.

Høgni og Silja eru saman við umleið 600 øðrum børnum á vøllinum á Svangaskarði, har ítróttadagurin í morgun varð settur.

Teirra flokkur er komin í bólk saman við flokkum úr Vági, Klaksvík, Fuglafirði og teimum smáu bygdunum í Norðstreymoy.

Tey hava longu runnið um kapp og kastað spjótkast. Onkur bólkur hevur lopið hæddarlop, og onkur annar hevur svomið. Tey, sum fyrst hava spælt fótbólt, hava gingið úr Runavík til ítróttadepilin á Toftum, men hetta er eingin langur teinur.

Høgni heldur tað vera løgið at sita á Svangaskarði og hyggja oman á vøllin í Runavík, samstundis sum hann sær tveir vøllir á Toftum.

Fyrisøgn 4

Í morgun fóru vit tíðliga upp, tí vit skuldu inn í Eysturoynna til ítróttadagin í Runavík og á Toftum.

Vit fóru við bussinum klokkan sjey. Tíbetur er nú undirsjóvartunnil ímillum Vágoy og Streymoy, men mamma tosar altíð um, hvussu strævið tað var at fara úr oynni, áðrenn hann kom, tí tá máttu øll ferðast um Vestmannasund við ferjunum Sam og Ternuni.

Tá vit komu til rundkoyringina í Kollafirði, sóu vit, at onkur hevði hundavenjing, við, Royndarstøðini- Tað kundi eg hugsað mær at sæð. Bussurin steðgaði við Streymin. Har komu børnini úr Vík og Tjørnuvík upp í okkara buss. Tey vóru ikki so mong í tali. Silja kennir eina av gentunum. Hon eitur  Ása. Tær hava verið á legu saman í Vatnsoyrum. Tí ið vit koyrdu millum Fjarða, fortaldi lærarin okkum um gamla tingstaðin í Eysturoynni, Stevnuvál. Mær dámar væl søgur, so eg lurtaði væl eftir.

Hann fortaldi okkum eisini søgnina um Rinkusteinarnar og vísti okkum vegin til Oyndarfjarðar. Eg havi verið har og haldi tað vera løgið, at steinarnir soleiðis standa og ridla.

Vit koyrdu eisini fram við longsta firðinum í Føroyum, Skálafirði. Fram við øllum firðinum liggja bygdir. Tær eru næstan vaksnar saman. Vit vóru á Toftum klokkan 9.00. Bussurin koyrdi okkum niðan á Svangaskarð. Mær dámdi væl at sleppa undan at ganga niðan, tí fyri framman var helst ein strævin dagur.

Fyrisøgn 3

Høgni gleðir seg, tí í morgun segði lærarin teimum, at allir skúlar júst hava fingið teldubræv, ið sigur, at allir 6. flokkar nú kunnu tekna seg til árliga ítróttadagin, sum verður í mai mánaði.

Ítróttadagurin hevur verið hildin í nógv ár, og næmingar hava sum oftast latið væl at degnum.

Høgni hevur altíð verið íðin í ítrótti. Hann hevur spælt bæði fótbólt og hondbólt og hevur eisini runnið nógv. Ítróttin hevur tikið tað mesta av hansara frítíð, so hann ætlar sær við.

Ítróttadagurin hevur verið hildin ymsastaðni í Føroyum. Høgni minnist, at hann einaferð varð hildin í Vágum.

Í ár verður ítróttadagurin í Runavík og á Toftum.

Høgni heldur, at tað er stuttligt at hitta næmingar úr øðrum bygdum í Føroyum. Hann hevur altíð tímað væl at hitt nýggj fólk. Tá er øðrvísi við tvíburasystrini, Silju, sum altíð hevur verið so smæðin, men Høgni veit, at eisini hon hevði fegin viljað torað betur.

Silja hevur íðkað nógvan ítrótt. Hon hevur í mong ár spælt flogbólt við Drátti, og hon hevur eisini riðið nógv.

Høgni og Silja hava tosað um ítróttadagin, og tey eru samd um, at flokkurin so avgjørt eigur at fara við.

Fyrisøgn 2

Góða dagbók!

Nú má eg aftur skriva í góðu dagbók mína. Eg siti í mínum besta stóli inni á kamarinum og skrivi. Eg eri júst komin aftur úr føðingardegnum hjá Jógvani. Vit høvdu tað stuttligt og fingu nógv gott at eta.

Jógvan vísti mær sítt kamar. Tað var lítið, men vakurt og hugnaligt. Aftaná vísti hann mær bøkur sínar. Honum dámar væl at lesa. Eg lovaði honum at sleppa at síggja mínar bøkur eisini, tí eg eigi fleiri, sum hann ikki eigur.

Eg ætli mær eisini at vísa honum mítt kamar. Tað er eitt sindur størri enn hansara, men hansara er líka vakurt sum mítt.

Okkara hús standa nær við skúlan, so eg fari at biðja hann koma beint eftir skúlatíð í morgin.

Nú má eg fara at leggja bøkur mínar í skúlataskuna og taka klæði míni fram til í morgin. Eg veit, at eg altíð havi so ringa tíð um morgunin.

Hanna

Fyrisøgn 1

Góða dagbók!

Nú er seint, so eg fari skjótt at leggja meg. Eg siti í songini og skrivi, meðan eg lurti eftir nýggjastu fløguni hjá mær. Eg haldi, tað er gott at lurta eftir tónleiki, áðrenn eg fari í song, tí so sovni eg altíð beinanvegin. Annars plagi eg onkuntíð at lesa, áðrenn eg leggi meg. Veitst tú, hvat hendi í dag? – eg má siga tær tað. So veit eg, at tað verður okkara millum.

Jógvan í 7. flokki, sum eg havi so góðan hug á, bjóðaði mær í føðingardag hjá sær í morgin. Hvat heldur tú? Eg eri einasta genta í 6. flokki, sum eri boðin við. Nú rokni eg við, at hann eisini leggur eitt sindur í meg.

Eg gleði meg so nógv til í morgin. Eg skrivi aftur í annaðkvøld. Tá verður helst okkurt spennandi at skriva um.

Hanna