Boðklivin

Tímatalva 4. - 7. mai

Frávera vegna sjúku

Tá barn er heima vegna sjúku, mælir Coronaráðgevingin til, at barnið verður heima í tveir dagar eftir at tað er frískt aftur ella eingi sjúku eyðkenni hevur.

Skúlagongdin byrjar aftur

Soleiðis skipa vit okkum

Av tí at tað verður tilmælt at vit samlast í smáum bólkum, so verða næmingarnir býttir sundur soleiðis, at 1. og 2. flokkur koma at ganga í stovu saman og 3. flokkur kemur at ganga fyri seg í einari stovu. Hetta ger, at vit skulu hava tveir lærarar til hvønn skúlatíma, og tí koma broytingar at verða gjørdar, so at tað ikki altíð lærarin, sum eigur at hava flokkin í ávísari lærugrein, sum kemur at undirvísa.

Fyri at verja okkum móti smittu, fara vit at fylgja tilráðing, sum leggja stóran dent á reinføri og at halda fjarstøðu. Tað merkir, at vit koma at hava fastar skipanir við øllum, sum fer fram í skúlanum.

Skúlagongdin er frá kl. 08.00 - 12.00 hvønn dag. Skúlin letur upp kl. 07.50.

Tá børnini koma um morgunin, gera vit soleiðis:

1. og 2. flokkur møtir í nýggja skúla (heimara hurðin). Lærari tekur móti teimum, og tey byrja við at vaska hendur og fara síðan inn í sína skúlastovu.

3. flokkur møtir í gamla skúla (eystara hurðin). Lærari tekur móti teimum, og tey byrja við at vaska hendur og fara síðan inn í sína skúlastovu.

Í skúlanum, í skúlastovuni og í fríkorterinum eru eisini ávísar mannagongdir, sum vit fara at fylgja.

Sí skrivið her: Vegleiðing til stigvísa og varliga upplating

Tey, ið ikki koma í skúla, verða á heimasíðuni kunnað um arbeiðssetning og vikuætlan, og eru vælkomin at seta seg í samband við lærararnar.