Boðklivin

Tímatalva 4. - 7. mai

Frávera vegna sjúku


Tá barn er heima vegna sjúku, mælir Coronaráðgevingin til, at barnið verður heima í tveir dagar eftir at tað er frískt aftur ella eingi sjúku eyðkenni hevur.

Rita inn í Teams

Her er ein videovegleiðing frá Námi, sum vísir, hvussu ritað verður inn í Teams.

https://youtu.be/O-cNhhgMNzA

 

 

 

Teldur

Um tað ber til, so kunnu tit hava tykkara egnu teldu við í skúla týsdagin.

Um so er, at tit ikki hava teldu heima, so er møguleiki at læna frá skúlanum. 

Vinarliga sigi mær frá á tlf. 231080 - Jensebeth

 

 

Góðu foreldur og næmingar í 4. – 7. flokki

Mánadagin 20. apríl lata vit skúlan uppaftur

fyri yngstu næmingunum, 1., 2. og 3. flokki.

 

Undirvísing heima

Mánadagin 20. apríl byrjar undirvísingin hjá 4. - 7. flokki aftur, men næmingarnir fara framhaldandi at ganga í skúla heima við hús. Vit byrja á sama hátt sum fyri páskir, tó fara vit at víðka undirvísingina til eisini at fevna um fjarundirvísing.

Fyri at kunna brúka fjarundirvísing, er neyðugt at næmingarnir verða lærdir at brúka “TEAMS”, sum er ein APP í Office365.

Næmingar á skeið í Teams

Í viku 18 skulu næmingarnir í 4. og 5. flokki á skeið at læra seg at brúka Teams. Nærri boð koma seinni. 

Eingin myndasøvn