Beinta skal gera eina lítla verkætlan saman við trimum øðrum í skúla-num. Tey hava valt sær evnið “Vísindaskaldskapur“. Hetta er eitt stórt evni, men tey hava hugsað um at lýsa tað ókenda í rúmdini gjøgnum bøkur, blaðgreinar, filmar og søgur, tey hava hoyrt ella lisið.
Hetta er ikki nøkur løtt uppgáva, tí tey noyðast fyrst at lesa nógv og síðan skriva um tað, tey hava lisið. Beinta hevur verið á bókasavninum og lænt nakrar góðar barna- og ungdómsbøkur, sum snúgva seg um hetta evnið. Jóannis hevur leitað eftir blaðgreinum á telduni á bókasavninum, og hann hevur funnið nakrar sera áhugaverdar greinar. Har vóru bæði gamlar og nýggjar, stuttar og langar, so hann hevur valt sær nakrar burturúr.
Barbara hevur lænt ein góðan vanlukkufilm, ið snýr seg um eina ringa umfarssótt, sum herjar jørðina, og Róar hevur funnið útav, at ein spennandi filmur, ið snýr seg um nakrar løgnar rúmdarverur, sum leypa á jørðina, gongur í Havnar Bio.
Tey ætla sær til Havnar at hyggja at honum. Systir Róar býr í Havn, so tey kunnu búgva hjá henni. Annars eigur Beinta bæði mostur og pápabeiggja í Havn, sum bæði fegin vilja hava hana at gista hjá sær.
7. flokkur í Vági hevur í mong ár kvøðið í skúlanum. Tey hava lært nógv kvæði og eisini onkrar tættir. Best dámar teimum Jákup á Møn. Øll í flokkinum duga táttin uttan at, og tey hava eisini lisið táttin í føroyskum og arbeitt við uppgávum í einum arbeiðshefti, sum hoyrir til.
Sum oftast hevur Lív skipað, tá ið tey hava kvøðið Jákup á Møn og tað skal hon eisini í kvøld, tí øll eru samd um, at tátturin skal verða við á veitsluni.
Lív ætlar sær í føroysk klæði. Hon spyr Rúnu, um hon tímir at koma við sær til hús at hjálpa sær at lata seg í tey, tí foreldrini eru ikki inni. Rúna sigur, at hon skal koma, tá hon hevur verið við hús og latið seg í. Flokkurin venur táttin eina løtu. Børnini duga hann, men Lív heldur, at tað er best, um hon hevur skipað hann einar tvær ferðir nú, tí so verður tað lættari í kvøld.
Áðrenn tey fara til hús, sigur Høgnar: „Farið nú beinleiðis til hús og skundið tykkum at gera tykkum klár. Takið øll skúlasongbókina við í kvøld, og latið okkum øll møta upp í góðum lag“.
Tey fara øll skundandi avstað, onkur súkklandi, onnur rennandi, tí klokkan er vorðin nógv, og tey skulu møta aftur um tveir tímar.
7. flokkur í Vági skuldi hava floksveitslu. Høgnar var í nevndini, sum hevði uppgávuna at skipa fyri. Høgnar hevði aldri fyrr verið í slíkari nevnd, so hann visti ikki rættiliga, hvar tey skuldu byrja. Anna, sum eisini sat í nevndini, helt, at flokkurin átti at verða býttur í bólkar. Hvør bólkur skuldi so fáa onkra uppgávu at taka sær av. Høgnar var samdur í hesum, so Anna býtti flokkin í tríggjar bólkar. Høgnar ansaði eftir, at bæði gentur og dreingir vóru í øllum bólkunum. Hann ringdi so til ein úr hvørjum bólki og spurdi, um hesin kundi vera formaður í bólkinum. Øll svaraðu játtandi.
Høgnar royndi so at finna út av, hvat hvør bólkur skuldi gera. Ein bólkur mátti taka sær av matgerðini, ein annan setti hann til at taka sær av skemtinum, og tann triðja vildi hann hava at taka sær av sangi og tónleikinum.
Høgnar stúrdi eitt sindur fyri tiltakinum, men vónaði, at alt fór at rigga.
Hanna er á veg aftur til Føroya. Hetta hevur verið ein góður túrur.
Tað var torført at siga øllum vinfólkunum úr Aalborg farvæl, serliga Lenu, sum hon búði hjá, og Kristiani, sum hon var vorðin væl við. Skipið var seinkað nakað, tí veðrið á veg niður ikki hevði verið av tí besta. Hanna tosaði við pápa sín, beint áðrenn hon fór umborð, og hann segði, at veðrið upp fór at verða nøkunlunda. Hann segði eisini, at flestu foreldrini komu til Havnar eftir børnunum við bili, so tað fór helst ikki at verða neyðugt við bussi.
Hanna ætlar sær inn í handilin. Hon má keypa góðgæti við sær heim. Góðgætið umborð er eitt sindur bíligari enn í Føroyum og eisini eitt sindur øðrvísi.
Hanna hevur eisini keypt tinganest í Danmark. Til beiggja sín, Ólav, hevur hon keypt eina fløsku við einum skipi í. Hon hevur undrast á, hvussu skipið er sloppið inn í fløskuna, men tað veit Ólavur helst. Til systur sína, Døgg, hevur hon keypt eitt hálsprýði. Hon veit, at Døgg hevur ynskt sær júst hetta hálsprýðið. Til mammuna og pápan hevur hon keypt eitt veggjateppi. Hetta veggjateppið er nakað serligt, tí omma Lenu hevur vovið tað. Hanna vónar, at øll gleðast um tað. Sum hon hevur við til teirra.
Eg eiti Annika/, og eg eri tíggju ár/. Mær dámar so væl/ øll djór/, men serliga hundar eri eg góð við/. Eg havi altíð/ ynskt mær ein hund/, men vit hava ongantíð/ havt nakran/. So ein dagin/, tá ið mamma/ var komin/ eftir mær í skúlanum/, stóð ein kona í túninum/ hjá okkum/ og bíðaði/ eftir mammu og mær/. /Tað var ein granni/, og hon spurdi/, um vit vildu hava/ ein hundahvølp/.
/Hon hevði hann/ við sær/, hann var so fittur/, svartur og hvítur/. Mamma segði fyrst nei/. So fortaldi konan/, at tey ætlaðu at drepa hvølpin/, tí hon hevði verið/ hjá fleiri fólkum/ og roynt at fáa tey/ at taka hann/, men øll/ høvdu sagt nei/. Mamma lovaði so/, at vit kundu royna/ at hava hann/ í einar tveir dagar/ og so vita/, hvussu tað gekk/. Tá ið vit komu inn/ til okkara/, settu vit hann niður á køksgólvið/. Hann gekk runt/ og snoddaði/. Seinni um dagin/ fóru vit at keypa mat/ og annað/ til hansara/.
/Dagin eftir sóu vit/, at hundurin treivst væl/. Hann hevði longu vant seg/ við heimið/, sum hann nú/ var komin í/. Eg og systkin míni fóru túr/ við honum/ og spældu við hann/.
/Vit hava enn hundin/ í dag/, og hann er so góður í sær/. Nú eru tríggjar vikur/, síðani vit fingu hann/. Hann svevur/ í mínum kamari/, og eg eri sera góð við hann/. Hann eitur Snar/. Hann liggur/ í einum kassa um náttina/. Tað er abbi/, sum hevur smíðað kassan/.
/Vit hava keypt honum nýtt hálsband/. Har stendur/, /hvussu hann eitur/, hvar vit búgva/ og okkara telefonnummar/. Tað er so stuttligt at hava ein hund/.
Góða Anna / (anna@yahoo.com) /
Vit hava tíma / í teldustovuni beint nú, / og vit kunnu / skriva bræv til onkran,/ sum vit kenna. / So tí vil eg / skriva til tín. / Tað er / langt síðan, / vit frættu frá tær. / Eg dugi so/ illa at skilja, /at tú ert so / langt burtur, / heilt yviri í USA./ Mamma og pápi / og eg hava hugt í / eitt heimskort, / so nú veit eg, / hvar tú ert./ Nú er kortini / stutt tíð eftir, / til tú kemur / heim aftur. / Beiggi er / vaksin so nógv./ Tað verður / spennandi at vita, / um hann / kennir teg aftur, / tá ið tú kemur./ Hvat fært tú at eta har yviri? Eta tit sama mat / sum her? / Og hvat gert tú eftir skúlatíð, / hevur tú funnið / nakrar vinir? / Nú gleði eg meg / til summarfrítíðina./ Tað er stutt / tíð eftir, / og tað besta av øllum er, / at tú kemur heim./ Hevur tú/ keypt mær nakað? / Beiggi sigur, / at hann / ynskir sær ein bil, / men eg kundi/ hugsað mær / at fingið / onkra bók, / tí so kann / eg lesa enskt, / tí vit hava / fingið enskt í skúlanum í ár.
Kanst tú eisini / keypa okkurt tyggigummi? / Pápi Lenu hevur verið í USA, / og tá/ keypti hann bubligummi. / Eg fekk eitt frá henni, / tað smakkaði so væl. / Tað er ikki / nógv nýtt hent her. / Eg kann / kortini siga tær,/ at Petur og tey, / sum búðu/ við síðuna av ommu, / eru flutt til Danmarkar at búgva. / Í kvøld eiga beiggi og eg / at gera døgurða. / Tað gleði eg meg til. / Vit hava tað / so stuttligt, / men tað var stuttligari, / tá ið tú vart við. / Í kvøld skulu vit hava knettir, / tí tað er / so lætt at gera./
Nú fari eg at enda. / Hevur tú onga teldu sjálv, / so tú kanst skriva / eitt sindur oftari?/
Kærar heilsanir/ systir tín/
Bára / (bara.nielsen@skulin.fo)/
Í dag hevur verið / ein so góður dagur í skúlanum./ Longu tá ið eg vaknaði, / visti eg, / at okkurt gott / fór at henda./ Pápi vakti meg, / og tá ið hann dró / gardinurnar frá vindeyganum í kamarinum, / sá eg, / at sólin skein / bæði oman og niðan. / Eg leyp á føtur / og fór út í baðirúmið / og vaskaði mær / og bustaði tenn, / og so át eg morgunmat / saman við familjuni./ Tá ið eg hevði etið, / skundaði eg mær at renna / yvir til bussin./
Vit syngja altíð morgunsang í fimleikarhøllini./ Í morgun sungu vit “Nú skínur sólin bjarta”./ Aftan á at vit høvdu sungið, / segði skúlastjórin, / at allur skúlin / skuldi fara útferð./ Tað kom rættiligt róp í, / og øll ætlaðu at leypa avstað, / men fyrst skuldu vit / fara inn í okkara skúlastovu / og fáa nærri boð um, / hvussu vit skuldu / bera okkum at./ Hans er flokslærari hjá okkum, / so hann kom við okkum / inn í stovuna./ Hann segði okkum, / at hvør flokkur fór / saman við sínum flokslærara./
Hans hevði verið hjá bakaranum / í morgun / og keypt breyð og onkran viðskera, / so fyrst smurdu vit okkum / ein matpakka / at hava við./ Hann hevði eisini keypt saft./
Vit fóru niðan á Stórafjall, / og tað er ein langur túrur, / men sjálvt um tað var tungt / at ganga niðaná, / so er tað so vakurt har uppi, / at tú gloymir møðina./ Vit sóu nógvan fugl, / og vit sóu eisini nógvar blómur./ Eg sá eisini eina haru; / Hans segði, / at tað var Helena hara./ Nú eri eg móður / og ætli mær skjótt í song, / men eg vildi ynskt, / at fleiri skúladagar vóru sum hesin./
Út at ferðast Ålborg, t. 15. mai 2_____
Hey, 7. flokkur í Fuglafjarðar skúla! Nú styttist tíðin, til tit koma til Danmarkar at vitja okkum. Vit hava lagt eina skrá fyri dagarnar her niðri, og vit vóna, tit halda hana vera í lagi. Vit koma eftir tykkum við bussi til Hanstholm. Vit vera har, tá ið Norrøna leggur at.
Tá ið vit koma til Ålborg, fara vit í skúlan, har sum foreldur okkara bíða eftir okkum. Vit senda tykkum eina orðauppgávu við nøvnunum á øllum teimum donsku og føroysku børnunum. Loysa tit hana rætt, síggja tit, hvørjum tit skulu búgva hjá.
Sunnudagin er ætlanin at fara til Skagen. Viðrar, ganga vit út á Grenen, sum er tað norðasta av Danmørk. Á veg aftur koyra vit til Hirtshals, har sum vit fara at vitja Norðsjóvardepilin. Har er møguleiki at síggja hópin av fiskasløgum.
Mánadagin fara vit í Tivoli og týsdagin í miðbýin. Mikudagurin er frídagur, men ætlanin er at hava hugnakvøld í skúlanum mikukvøldið. Vit fara at gera mat saman, onkur bólkur skal skipa fyri skemti, onkur annar fyri sangi, og ein bólkur skal hava diskotek.
Hósdagin og fríggjadagin ætla vit at vísa tykkum donsku náttúruna. Her hava vit serliga hugsað um skógin og strondina.
Vit gleða okkum, til tit koma.
Blíðar heilsanir
7. A í Mellervangskúlanum í Ålborg
Eg eri ein ullint troyggja. Eg búgvi í Vági. Hvørt kvøld liggi eg á eini hill í gongini hjá Høgnari og teimum. Eg bíði alla náttina eftir næsta degi. Eg gleði meg altíð til morgunin, tí so sleppi eg kanska við Høgnari í skúla, út at spæla, í høllina ella onkra aðrastaðni.
Ofta letur hann seg heldur í jakkan enn í meg. Tá rópi eg so hart, eg orki, tí eg tími ikki at liggja einsamøll á hillini allan dagin. Eg verði so ørg, at eg við vilja detti av hillini. Eg fái ilt, men tað leggi eg einki í. Eg ætli at vísa mína ónøgd.
Eg havi ikki altíð búð í Vági, tí Høgnar hevur fyrr búð í Klaksvík. Omma Høgnar hevur bundið meg. Tað var ein strævin tíð. Omman hevði fyrst kastað ov nógv eygu uppá. Eg var alt ov stór til Høgnar. So rakti hon meg upp aftur og byrjaði av nýggjum. Eg havi upplivað nógv millum ár og dag, men einki so keðiligt sum at verða rakt upp. Høgnar var glaður, tá hann fekk meg, og var í mær hvønn dag. Tað var ein góð tíð.
Nú liggi eg og keði meg. Ofta ynski eg, at Høgnar gevur onkrum øðrum meg. Um so er, sleppi eg kanska til okkurt annað land. Kanska komi eg til eitt barn, sum hevur brúk fyri mær. Eg vóni, at so verður.
Robinsonlegan í Vágum er av. Høgnar er júst komin aftur til Vágs. Hann er móður, tí hetta hava verið strævnir dagar. Ringast var at siga øllum børnunum farvæl, nú tey høvdu livað so tætt saman í eina heila viku.
Høgnar hevur fingið vinfólk fyri lívið. Serliga væl er hann vorðin við Helgu úr Íslandi og Mattias úr Svøríki, ið bæði vóru í hansara bólki. Hann hevur lovað at skriva teimum bræv so skjótt, sum hann er komin aftur til Vágs. Høgnar hevur fingið teldupostadressur teirra, og tey hava fingið hansara, so tað er bara at seta seg.
Høgnar hevur alnet, so hann ætlar sær at skriva brøvini í kvøld. Høgnar hevur biðið Silju og Høgna koma til Vágs í summarfrítíðini. Tað vildu tey fegin, so hann gleðir seg longu. Tá ið tey koma, ætlar hann at vísa teimum Suðuroynna, sum hann er sera errin av.
Fyrisøgn 4
Fyrisøgn!
Høgnar og tey fara á skattaveiðu í dag. Tá ið tey høvdu bakað drýlarnar í morgun og etið teir, fingu tey eitt skattakort. Á tí var ein tekning av økinum við Fjallavatn.
Á kortinum stóð: „Gangið oman til vatnið. Takið bátin, sum liggur við vatnið og rógvið beint tvørtur um vatnið. Farið upp á land hinumegin. Har síggja tit ein varða. Takið varðan niður. Undir honum liggur fyrsti posturin, sum skal føra tykkum víðari. Laðið varðan uppaftur, áðrenn tit fara aftur til gongu. Savnið allar postarnar saman og takið teir við tykkum aftur. Á hvørjum lepa er ein bókstavur, sum verður til eitt orð, um tit finna allar postarnar. Gerið tykkum ómak, tí at vinningurin fer at gera tað lættari hjá tykkum at klára tykkum á leguni.
Høgnar er móður. Eftir langan og strævnan gongutúr eru tey at enda komin til Fjallavatn, har sum tey skulu búleikast komandi dagarnar. Tey fóru við bussi til Vatnsoyrar og hava so gingið, tað sum eftir var. Høgnar hevur borið tjaldið og tráðuna, tey hava vunnið, umframt viðførið, hann hevur tikið við sær. Tað var ikki so tungt, bara eini skifti klæði og soviposi.
Høgnar er í bólki saman við 13 øðrum, einum føroyingi og tveimum úr hvørjum av hinum londunum. Høgnar hevur ikki heilsað upp á øll enn, men tað er góð tíð til tað. Tey seta tjaldið upp tætt við vatnið. Allir hinir bólkarnir arbeiða eisini við at fáa sett tjøldini upp. Tá ið øll eru liðug, savnast tey um bálið, sum ein av leiðarunum hevur tendrað. Har fáa tey eitt sindur at vita um reglurnar á leguni, áðrenn tey fara at leggja seg.
Flokkurin hjá Høgnari slapp á Robinsonleguna í Vágum.Tey vunnu lutakastið á 10 øðrum skúlum í Føroyum.Tey komu til Vágar í morgun og vóru væl móttikin av flokkinum av Giljanesi og svenska og danska flokkinum, sum vóru komnir í gjár. Íslendski og grønlendski flokkurin koma ikki fyrr enn seinni í dag við Atlantsflogi úr Íslandi og norski flokkurin við Norrønu úr Noregi í morgin.
Legan verður ikki sett, fyrr enn allir flokkarnir eru komnir, so fyrsta dagin er eingin rættilig skrá. Høgnar heldur tað vera stuttligt at møta øllum norðurlendsku næmingunum, og hann roynir at práta við so nógv sum gjørligt. Hann heldur tað vera lætt at tosa danskt, men hann hevur eitt sindur torført við at skilja tað svenska. Hann stúrir eitt sindur fyri at møta íslendsku næmingunum, tí at hann heldur íslendska málið vera sera torført at skilja.
6. flokkur í Vági hevur søkt um at sleppa við til eina spennandi legu, ið verður í Vágum í juni mánaði. Hetta er ein lega við luttakarum úr fleiri ymiskum londum. Endamálið við leguni er, at børnini skulu royna at ganga í fótafetum Robinsons, t.d. skulu tey sjálv syrgja fyri at gera sær bústað, skaffa sær mat og matgera, meðan lærarar í Vágum taka sær av ymiskum uppgávum, ið børnini skulu gera á leguni.
Høgnar vónar, at hansara flokkur sleppur á leguna, men hann veit, at nógvir flokkar í Føroyum hava søkt um at sleppa við. Hann hevur hoyrt, at 6. flokkur á Giljanesi skal vera við á leguni. Hetta er longu avgjørt, tí hesin flokkur verður vertsflokkur. Høgnar kennir tvey børn, ið ganga í 6.flokki á Giljanesi, Høgna og Silju. Tey hava sagt honum, at á leguni verður møguleiki fyri útferðum og kappingum, ið eru bæði spennandi og mennandi.
7. flokkur í Vági skuldi hava floksveitslu. Høgnar var í nevndini, sum hevði uppgávuna at skipa fyri. Høgnar hevði aldri fyrr verið í slíkari nevnd, so hann visti ikki rættiliga, hvar tey skuldu byrja. Anna, sum eisini sat í nevndini, helt, at flokkurin átti at verða býttur í bólkar. Hvør bólkur skuldi so fáa onkra uppgávu at taka sær av. Høgnar var samdur í hesum, so Anna býtti flokkin í tríggjar bólkar. Høgnar ansaði eftir, at bæði gentur og dreingir vóru í øllum bólkunum. Hann ringdi so til ein úr hvørjum bólki og spurdi, um hesin kundi vera formaður í bólkinum. Øll svaraðu játtandi.
Høgnar royndi so at finna út av, hvat hvør bólkur skuldi gera. Ein bólkur mátti taka sær av matgerðini, ein annan setti hann til at taka sær av skemtinum, og tann triðja vildi hann hava at taka sær av sangi og tónleikinum.
Høgnar stúrdi eitt sindur fyri tiltakinum, men vónaði, at alt fór at rigga.
Beinta hevur lisið, at vísindasøgur kunnu flokkast í ymisk evni. Serliga væl dámar henni søgurnar um íbúgvar av øðrum gongustjørnum. Hon heldur tær vera bæði góðar og spennandi. Eina av hesum søgum heldur hon vera serliga góða. Hon snýr seg um ein 12 ára gamlan drong, sum eitt myrkt vetrarkvøld spælir uttan fyri heim sítt. Meðan hann spælir, sær hann brádliga eitt løgið far koma flúgvandi ímóti sær. Drongurin sær, at hetta er ein flúgvandi talerkur. Tá ið hann er beint oman fyri drongin, vendir hann sær á, soleiðis at drongurin verður raktur av tí sterku ljósstráluni, sum flúgvandi talerkurin sendir frá sær. Drongurin verður blindaður og fær ilt í eyguni.
Dagin eftir hevur drongurin ógvisliga høvuðpínu og reyðar blettir á kroppinum, har ljósrípan hevur rakt hann.
Ein kumpass, sum lá í bilinum hjá pápanum, vísti skeivt í langa tíð eftir hesa løgnu hending.