Komandi tiltøk
Lucia sangur
mán. 11. des. - frí. 15. des.

      Køvandi svørt er nátt,

      lurta hoyr sangin,

      missir tú mál og mátt,

      ljóð, sum av veingjum.

      Tá inn um dyrnar vár

      stígur við ljós í hár.

      Santa Lucia

      Santa Lucia

 

      Vetur um alla leið

      følnaðar urtir.

      Sólin av himni gleið,

      dagur er stuttur.

      Men sí tá trínur inn

      til oss við rósukinn.

      Santa Lucia

      Santa Lucia

  

     Tá ljós av himni kom

      til oss á foldum.

      Tá gjørdist ljós í lon

      spretti úr moldum.

      Tí er nú frøin stór,

      ”friður” kvað einglakór.

      Santa Lucia

       Santa Lucia