Komandi tiltøk
Kunnandi fundur á Skúlatrøð - 8. fl. 2018/19
mik. 18. apr. - týs. 24. apr.

 Kunningarfundur  fyri foreldur og næmingar

Týskvøldið 24. apríl kl. 19.00 verður kunnandi fundur á Skúlatrøð fyri foreldur og næmingar í 8. flokki skúlaárið 2018/19. Fundurin verður í miðhøllini í skúlanum.

Á fundinum verður kunnað um vallærugreinar, hølisviðurskifti o.a. komandi skúlaár. 

Foreldur og næmingar eru vælkomin!

Høvi verður at seta spurningar.

Vinaliga

Vagn Foldbo, skúlastjóri