Seinastu tíðindi

Økisfundur fyri skúlastýrunum í Norðoyggjum

hós.20.sep

Økisfundur á Viðareiði fyri skúlastýrini í Norðoyggjum

Týskvøldið 18. septembur møttust skúlastýrini í Norðoyggjum til økisfund. Økisfundurin hevur verið afturvendandi seinastu 5 árini og er eitt samstarv millum skúlastýrini í Norðoyggjum. Skúlastýrini skiftast at bjóða inn, og hesaferð var tað skúlastýrið fyri Viðareiðis skúla, sum átti tørn. Gestarøðari var Ólavur Ellefsen, sum millum annað er íverkseti og hevur serligan áhuga í spæligrundaðari læring.

Umrøðuevnið hesaferð var avbjóðingarnar viðvíkjandi dreingjum, sum ikki tíma skúla og hvussu vit kunnu gera tað møguligt fyri dreingir at eydnast í skúlanum eins væl og gentur. Svarið er ikki heilt einfalt og er ein avbjóðing, sum møguliga krevur nýhugsan inn í skúlan og tey krøv, sum vit meta næmingarnar eftir.

Ein sera áhugaverdur fundur, sum vísti á møguleikar og setti nakrar tankar í gongd hjá skúlastýrunum, sum eru mannað við foreldrum, kommunustýrislimum, lærarum og skúlaleiðarum.