Seinastu tíðindi

Vikuætlan

frí.13.mar

Góðu næmingar og foreldur

Nú skúlarnir eru stongdir vegna coronavirus, verður heitt á tykkum foreldur um at hjálpa børnunum við skúlatingum heima, eins og at tit seta eina løtu av hvønn dag til skúlating.

Hyggið í vikuætlanina, har síggja tit, hvat tit skulu gera!

Um næmingarnir mangla bøkur og annað tilfar, ber til at heinta hetta í skúlanum mánadagin millum kl. 11.00 og 13.00.

Tit eru vælkomin at ringja til flokslærararnar um tørvur er á tí.

Kunning komandi tíðina verður umvegis heimasíðu skúlans.