Seinastu tíðindi

Starvslýsing

mán. 7.jun

Søkt verður eftir lærara til Viðareiðis skúla.

1 lærara í tíðaravmarkað parttíðarstarv skúlaárið 2021-2022. Endaligi setanarbrøkurin, sum væntandi verður umleið 0,5 – 0,6, verður ásettur eftir 1. september.

Tann, ið settur verður, skal:

·         undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans

·         duga at samstarva, vera fyrikomandi og sýna jaligan hugburð mótvegis næmingunum

·         verða fús/ur at taka á seg tær uppgávur, ið eru í skúlanum

·         vera stundislig/ur og nærløgd/ur

·         vera við til áhaldandi at menna skúlan

Skúlanum tørvar lærara, ið m.a. kann átaka sær:

·         at undirvísa í ítrótti og svimjing

·         at undirvísa í øllum lærugreinum í 1. og 2. flokki.

Førleikakrøv

·         Útbúgving sum fólkaskúlalærari. Ynskiligt er, at umsøkjarar hava starvsroyndir í fólkaskúlanum

 Lønar- og setanartreytir

·         Starvið verða sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at tann, ið settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

·         Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1 – 29.2.

Umsóknir

Umsóknir, saman við c.v. og avriti av prógvum skulu vera fyrstalæraranum í hendi í seinasta lagi mánadagin 21. juni 2021 kl. 15.00.

Umsóknir kunnu eisini sendast við telduposti til jensebeth@skulin.fo.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til skúlaleiðaran, Jensebeth Absalonsen, á tlf. 45 11 80 ella 23 10 80.


Viðareiðis skúli hevur næsta skúlaár 39 næmingar í 1. – 7. flokki.

 

Starvslýsing - Viðareiðis skúli.pdf