Seinastu tíðindi

Kvøldskúlin

frí.26.sep

VIÐAREIÐIS KVØLDSKÚLI

Veturin 2025 – 2026 hevur kvøldskúlin hesi tilboð

Smíð

Í vetur er ætlanin at gera eitt felags projekt/ein hjall, har fleiri arbeiðshættir verða lærdir, men tað verður eisini møguligt hjá tí einstaka at arbeiða eftir egnum áhuga. 

Mánadag  kl. 19.00 – 22.00

Undirvísari Levi Heinesen  – Tlf. 257250
 

Handarbeiði - Brodering

Mikudag – Kl. 18.00 – 21.00

Undirvísari  Martha Justesen - Tlf. 226667
 

Pilates

Við Pilates venur tú allan kroppin á ein tryggan hátt.

Hósdag – kl. 18.00 – 19.00 fyri byrjarar og kl. 19.00 – 20.00 fyri víðarikomin

 Undirvísari Rósa Waag – Tlf. 263373
 

Luttakaragjaldið er 300 kr.- fyri hvørja lærugrein.

Tekning fer fram hjá lærarunum í seinasta lagi fríggjadagin 10. oktober 2025.

Undirvísingin er treytað av nóg stórari luttøku og myndugleikans góðkenning.

Byrjað verður eftir avtalu við tann einstaka læraran.

 

VIÐAREIÐIS KVØLDSKÚLI