Seinastu tíðindi

Lúsakríggj - 28. og 29. januar

mik.25.jan

Lýs er ein afturvendandi trupulleiki hjá nógvum børnum, vaksnum, stovnum og skúlum. Fyri at fyribyrgja og basa lýsnum er neyðugt, at øll verða kemd samstundis. 

Við hesum verður heitt á øll foreldur um at kemba tykkara børnum vikuskiftið 28. - 29. januar 2017.

Talan er um eitt felags átak.

Á heimasíðuni www.apotek.fo er henda vegleiðing:

Lýs

Øll kunnu fáa lýs, sama hvat kynið ella aldurin er. Ein, ið hevur fingið lýs, skal í viðgerð fyri at beina tær burtur. Evni fyri lýs fáast á apotekinum.

Hvat er lús?
Lúsin, sum vit vanliga kenna til, trívist bara í hárinum á fólki. Vandin fyri at fáa lýs økist ikki, hóast hárið er sítt.     

Lúsin er grálig á liti, er umleið 2 - 3 mm til støddar. Nitrurnar (eggini) eru gul-hvítar og umleið 1 mm til støddar. Nitrurnar líkjast flusi og sita nær hárbotninum. Lúsin hvørki flýgur ella hoppar, og tí kann fólk bara smittast við beinleiðis sambandi við  annað fólk, ið hevur lýs. Skúlabørn og børn á dagstovni hava tí størstan møguleika at fáa lýs.

Hvussu síggjast lýs?
Lúsin heldur serliga til í nakkanum og aftan fyri oyruni. Lúsin livir av at súgva blóð úr hárbotninum, og tað skriðar illa. Lúsin er rættiliga kvik, men harafturímóti sita nitrurnar fastar í hárinum og kunnu vanliga kembast burtur við tættkambi (fínkambi). Um ein hevur fingið lýs, er tað av stórum týðningi, at ein fær viðgerð.

Viðgerð
Hevur ein fingið lýs, eru hyggjuráðini at viðgera við lúsatýnandi evni ella við tættkambi – við hvørt við báðum.

Hárbalsam lættir kembingina. Tað tarnar lýsnum og ger tað lættari at fáa fatur á teimum við kambinum.

Verða lúsatýnandi evni nýtt, er mannagongdin ymisk við ymisku evnunum. Kunningarlepin greiðir frá røttu mannagongdini, og vegleiðingin skal lesast gjølla, áðrenn farið verður undir viðgerðina. Mælt verður til at taka viðgerðina uppaftur eftir 8 døgum, hóast einki stendur um tað í brúkaravegleiðingini.

Lúsatýnandi evni verða býtt í tveir bólkar, ið eru ávikavist heilivágur og heiliráðútbúnaður (medicinsk udstyr), alt eftir hvussu evnið virkar. Í heiliváginum er vanligt skordýratýnandi eitur, ið ger seg inn á nervalagið hjá lýsnum. Rínur heilivágurin ikki á, kann tað vera, tí at lýsnar eru vorðnar mótstøðuførar. Koyr ikki balsam í hárið og vaska ikki við hársápu við balsami dagarnar beint fyri og eftir viðgerðina við heilivági. Tá sleppur tú undan møguliga óhepnum árini av balsaminum mótvegis heilivágnum.

Lúsatýnandi evni, nevnd heiliráðútbúnaður, eru eyðkend av, at tey fara fysiskt eftir lúsini. Heiliráðútbúnaður skal sum so ikki góðkennast av heilsumyndugleikunum, so sum heilivágurin skal, men eitt krav er, at framleiðarin kann prógva, at útbúnaðurin “hevur tann tilskilaða eginleikan” og er vandaleysur. Tættkambur er eisini heiliráðútbúnaður, so her galda somu krøv. Framleiðarin merkir vørur, ið eru skrásettar sum heiliráðútbúnaður, við CE-merki sum tekin um, at tær lúka krøvini.

Fyrr var dentur lagdur á, at alt húskið skuldi viðgerast samstundis, hóast einans ein í húsinum hevði fingið lýs. Men orsakað av vandanum fyri, at lýsnar verða mótstøðuførar fyri lúsatýnandi evninum, skulu bara tey, ið hava fingið lýs, viðgerast.

Tað er av alstórum týdningi at øll, ið hava lýs, verða viðgjørd. Tað ræður eisini um, at lúsatýnandi evnið verður nýtt á rættan hátt. Tí eigur tú at lesa kunningarlepan gjølla, áðrenn viðgerðin byrjar. Sum sagt trívist lúsin bara í hárbotninum á fólki. Uttan fyri hárbotnin liva tær bara í mesta lagi í tvey samdøgur. Tí er eingin orsøk at reinsa klæði, innbúgv og húsini. Tó eigur tú at vaska bustir og kambar í sápuvatni ella í lúsasjampo. Klæði kunnu vaskast i minsta lagi í 20 minuttir við 60 stigum. Annað, ið ikki kann fara í vaskimaskinuna, kanst tú leggja til viks í 48 tímar, ella tú kanst koyra tað í ein plastikposa og leggja tað í frystaran í 24 tímar.

Eftirkanning
Kannið altíð eftir, um viðgerðin eyðnaðist. Livandi lýs mugu sjálvandi ikki vera í hárinum eftir viðgerð, hóast nitrur og nitruskøl síggjast í hárbotninum.

Góð ráð um lýs

Hyggið beinan vegin eftir, um barnið hevur lýs, um lýs eru í skúlanum ella á dagstovninum. Hevur barnið lýs, eigur skúli ella dagstovnur at fáa hetta at vita beinanvegin. Keyp lúsaevni á apotekinum og les kunningarlepan gjølla. Kanna alt húskið fyri lýs. Øll, ið hava lýs, skulu viðgerast. Vaska kambar, bustir og húgvur.

Eyðnaðist viðgerðin ikki, mást tú nýta okkurt annað lúsaevni.

Gevið gætur!

·         Tað er tykkara ábyrgd sum foreldur at kanna barnið og viðgera tað fyri lýs

·         Kannið altíð barnið, um vinirnir hava lýs, um lýs eru í skúlanum ella á dagstovninum

·         Hevur barn títt fingið lýs, skalt tú kunna vinir, kenningar, skúla og dagstovn um tað

·         Gott samstarv millum skúla, dagstovn og foreldur er fyritreyt fyri einum góðum úrsliti í stríðnum móti lúsaspjaðingini. Tosa opið um tað og greið frá, at barn títt hevur fingið lýs og far undir at viðgera alt fyri eitt

·         Varnast tú lýs á tínum barni, skal alt húskið kannast

·         Einans tey í húsinum við lús skulu viðgerast

·         Fylg ávísingunum gjølla og minst til at taka viðgerðina uppaftur eftir einari viku

·         Ansa eftir, um viðgerðin er væleyðnað

·         Váði er fyri at fáa lýs aftur í tíðini beint eftir eina viðgerð, og til allir smittuberar eru lúsaleysir

·         Vaska ella fryst kambar, bustir, húgvur og onnur høvuðklæði umframt seingjarklæði. Ella legg tað til viks í 48 tímar. Onnur viðgerð av umhvørvinum er óneyðug

·         Er ógjørligt at koma lýsnum til lívs eftir fleiri viðgerðir, eigur tú at fáa samband við lækna ella heilsusystur

Á heimasíðuni farvellus.dk eru filmir, ið geva sera góða vegleiðing í hvussu tú skalt kemba o.s.fr.