Seinastu tíðindi

Lær at telva

mán.11.sep

Í morgin 12. sep. kl. 13.30 byrjar talv aftur í skúlanum. Tað er Finnbjørn Vang, sum lærir børnini at telva.

Tíðirnar fyri talv eru broyttat til fríggjadag kl. 11.30.

Hví skulu børn læra at telva. 

Stimbrandi ítriv og lærugrein

Tað er eingin ivi um, at talv stimbrar bindindi og hugsavnina hjá børnum. Eisini mennir talv kreativar førleikar so sum at finna upp á, verja seg, hugsa fleiri leikir í senn og hugflogið.
Børn eru von við at alt gongur skjótt fyri seg og allatíðina í skundi at fara víðari til næstu uppgávu ella næstu hending.
Helst skal tað vera undirhaldandi eisini. Men vit síggja, hvussu børnini veruliga hugsavna seg, fara í dýpdina og kappast á ein sømuligan hátt, har tey eisini læra at verða góðir vinnarar við virðing fyri mótpartinum.
Týðiligt er eisini, at næmingar, sum av ymiskum orsøkum hava trupult við at hugsavna seg, veruliga geara niður og fáa nógv burtur úr. Hetta er gevandi bæði fyri hesar næmingar, flokkin og sanniliga eisini lærararnar.

Soleiðis skrivar Carl Eli Nolsøe Samuelsen, skrivari og nevndarlimur í Føroya Lærarafelagi
7. august 2017