Seinastu tíðindi

Fyrilestur

mán.16.okt

Mikukvøldið 25. oktober kl. 19.00 hevur Gitte Klein fyrilestur undir heitinum: Børn, ið hava sálarligan treystleika, trívast betur!

Eitt barn, ið hevur sálarligan treystleika, er ikki so útsett fyri tunglyndi, strongd og ótta. - Hetta eru fyribrigdi, ið ofta eru at síggja millum børn og ung nú á døgum.

Í fyrilestrinum kunnar Gitte um nýggjastu vitanina á hesum øki, og tú fært eisini at vita, hvat tú kanst gera at menna barn títt, tá talan er um ábyrgd, lívsdirvi, sjálvsálit og sjálvsvirði. - Alt eginleikar, ið eru alneyðugir hjá børnum og ungum, at møta avbjóðingum og mótburði í øllum lívsins viðurskiftum!

Gitte Klein er útbúgvin lærari og hevur eina Master í Positivari sálarfrøði. Hon starvast sum ráðgevi, skeiðs- og fyrilestrarhaldari hjá fyritøkum, stovnum og skúlum. Tú kanst lesa meiri um Gitte her: http://www.grit.fo/