Seinastu tíðindi

Kunning - Næmingar fáa frí vegna Ráðstevnu

mán.30.okt

Til allar fólkaskúlar

Mennandi samstarv í framtíðar skúlanum

Týsdagin 7. nov. og mikudagin 8. nov. 2017 skipa Mentamálaráðið og Nám fyri ráðstevnu fyri øllum lærarum og leiðarum fólkaskúlans. Ráðstevnan verður í  Norðurlandahúsinum, og møta skúlarnir sum lýst í yvirlitinum  niðanfyri.

Næmingarnir fáa frí ráðstevnudagin. Heitt verður á allar skúlaleiðarar um at kunna heimini, skúlastýrið og kommununa so skjótt sum til ber, so næmingarnir hava trygg viðurskifti henda dagin, eingin skúlagongd er, og kommunur møguliga kunnu útvega næmingunum í yngstu flokkunum pláss í frítíðarskúlanum ráðstevnudagin.

Endalig skrá fyri ráðstevnuna verður lýst seinni.

 

Blíðar heilsanir

Gundur Mortensen, Nám og Jenny Lydersen, MMR

 

 

 

Týsdagin 7. november - kl. 9.30 – 16.30


Fámjins skúli
Hvalbiar skúli
Porkeris skúli
Sumbiar skúli
Tvøroyrar skúli
Vágs skúli

Sandoyar Meginskúli
Sands skúli
Skálavíkar skúli
Skopunar skúli

Eysturskúlin
Skúlin á Argjahamri
Sankta Frans skúli
Velbastaðar skúli

Skúlin á Giljanesi
Sørvágs skúli
Vestmanna skúli
Kvívíkar skúli

Stranda skúli
Fuglafjarðar skúli
Skúlin í Eysturkommunu
Skúlin við Streymin
Hósvíkar skúli
Hvalvíkar skúli
Eiðis skúli

Mikudagin 8. november - kl. 9.00 – 16.00
Á Skúlatrøð
Haraldsunds skúli
Húsar/Syðradals skúli
Kunoyar skúli
Skúlin á Fossánesi
Viðareiðis skúli

Frískúlin í Havn
Hoyvíkar skúli
Kaldbaks skúli
Kollafjarðar skúli
Lítliskúli
Nólsoyar skúli
Skúlin á Fløtum
Skúlin við Løgmannabreyt

Skúlin á Trøðni

Dugni

Frískúlin Keldan
Oyndafjarðar skúli
Runavíkar kommunuskúli
Skála skúli
Tofta skúli