Seinastu tíðindi

Lesikanning

frí. 3.nov

Hvat og hvussu nógv lesa børn?

Í hesum døgum verður kanning gjørd av lesivanunum hjá skúlabørnum; kanningin verður gjørd í 4., 6. og 9. flokki í skúlum kring alt landið. Tey, ið standa fyri kanningini, er ein verkætlanarbólkur við Marjun Ziskason, ritstjóra á Námi, Turið Kjølbro, ritstjóra á Bókadeild Føroya Lærarafelags, Lydiu Didriksen, námslektara á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, og Sissal M. Rasmussen, ph.d.-lesandi. Fyritøkan Lóður gera kanningina.

Endamálið

Skúlafólk hava í áravís varskógvað, at málførleikin hjá børnum og ungum í skúlaskipanini er viknandi. Vit vita, at málførleiki er altavgerandi fyri, hvussu tað einstaka barnið klárar seg víðari í lívinum og hevur sostatt alstóran týdning fyri samfelagið alt. Vit vita eisini, at tað ber til at bøta um málførleikan ígjøgnum lesing, og tí er tað týdningarmikið at fáa ítøkiliga vitan um lesivanar til vega.

Kanningin verður ein støðulýsing av, hvussu ofta og nógv, føroysk børn lesa, hvat tey lesa, á hvørjum máli tey lesa, í hvørjum miðlum tey lesa, um munur er á lesivanunum hjá ymsu aldursbólkunum og so framvegis. Slíkar kanningar eru vanligar aðrastaðni. Vit hoyra nógvar pástandir í tí almenna rúminum um lesivanar hjá børnum og ungum, men vit mangla eina skipaða kanning, sum í tølum kann vísa okkum, hvussu støðan er.

Dátueftirlitið hevur givið loyvi til kanningina; øll, sum taka lut í kanningini, eru anonym. Væntandi verður úrslitið av kanningarúrslitinum tøkt í februar 2018.