Seinastu tíðindi

Starv í Viðareiðis skúla

hós.31.mai

EITT STARV ER LEYST AT SØKJA Í VIÐAREIÐIS SKÚLA – SKÚLAÁRIÐ 2018/19

Starvið verður lýst leyst at seta frá 1. august 2018:

Starvið er tíðaravmarkað vegna avlopstímar á umleið 14 tímar um vikuna. Endaliga tímatalið verður ásett eftir 1. okt.

Tann, ið settur verður, skal:

·         undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans

·         duga at samstarva, vera fyrikomandi og sýna jaligan hugburð mótvegis næmingunum

·         verða fús/ur at taka á seg tær uppgávur, ið eru í skúlanum

·         vera stundislig/ur og nærløgd/ur

·         vera við til áhaldandi at menna skúlan

Skúlanum tørvar lærara, ið m.a. kann átaka sær:

·         at undirvísa næmingum í bólkum í føroyskum, donskum, enskum, náttúru/tøkni og støddfrøði

 Førleikakrøv

Útbúgving sum fólkaskúlalærari. Ynskiligt er, at umsøkjarar hava starvsroyndir í fólkaskúlanum

Lønar- og setanartreytir

Lærarastarvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at tann, ið settur verður, er tænastumannasettir lærari frammanundan.
Lærarastarvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1 – 29.2.

Umsóknir

Umsóknir við c.v. og avriti av prógvum skulu sendast til vid@skulin.fo og vera skúlaleiðaranum í hendi í seinasta lagi hósdagin 14. juni 2018 kl. 12.00.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til skúlaleiðaran, Jensebeth Absalonsen, á tlf. 45 11 80 ella 23 10 80.


Viðareiðis skúli hevur næsta skúlaár 37 næmingar í 1. – 7. flokki.