Komandi tiltøk
Minningarløta
mán. 1. jun. - týs. 2. jun.

Týsdagin er vanliga tímatalvan niðurløgd!

Í morgin, týsmorgunin, verður minningarløta í skúlanum, har vit minnast Torkil Steinberg. Minningarløtan er fyri næmingar, foreldur og starvsfólk.

Vit møta í skúla kl. 09.00 til eina andakt. Vit syngja, og prestur hevur eitt orð til okkara. Aftaná tendra vit ljós. Síðani fara næmingarnir í sína stovu, har høvið verður at tosa og senda eina heilsan.  

Vit fara heim kl. 11.30

Blíðar heilsanir

Jensebeth