Í Viðareiðis skúla, vilja vit virka fyri, at øll hava tað gott. Vit vilja virkað fyri einum mennandi umhvørvi, har vaksin og børn trívast.
Vit vilja virkað fyri einum tryggum umhvørvi, har vit síggja og hoyra hvønn annan og hjálpa hvørjum øðrum.
Vit vilja virkað fyri at uppfylla karmarnar, sum fólkaskúla lógin ásetur fyri persónligu menningina hjá næminginum ( fólkaskúla lógin § 2 stk. 2-3)
Vit vilja virka fyri góðum felagsskapi, har vit vísa virðing fyri hvørjum øðrum, og vísa høviskligan atburð.
Í Viðareiðis skúla arbeiða vit fyribyrgjandi. Umframt at vit í okkara dagliga virki á skúlanum vilja síggja, hoyra og viðurkenna hvønn annan, hava vit eisini afturvendandi tiltøk, fyri at gera trivnaðin enn betri.
Vit fylgja SSP kalendaranum, har m.a. dentur verður lagdur á gott skúla og foreldrasamstarv, og samstarv foreldranna ímillum.
Vit stuðla undir hugnabólkar ( spælibólkar), har næmingar hittast heima hjá hvørjum øðrum undir skipaðum viðurskiftum.
Vit fara á seturskúla, hava jólahald, føstalávintshald, evnisvikur, floksins tíma og arbeiða regluliga við trivnaðar átøkum.
Vit hava regluligar næmingasamrøður og skúla og heim samrøður.
Hóast at vit arbeiða fyribyrgjandi, so hendir tað frá tíð til aðra, at onkur mistrívist. Mistrivnaður kann koma av ymiskum, og vilja vit gera okkara til at hjálpa uppá støðuna eftir besta førimuni. Hetta gera vit t.d. við at tosa saman, ella at seta okkum í samband við røttu viðkomandi.
Stendst mistrivnaðurin av happing, so er mannagongdin hendan
Vit hava “null hugsjón” tá tað kemur til happing, hon skal fyribyrgjast og steðgast.
Vit vilja vera sjónlig og fevnandi vaksin, sum hoyra og síggja okkara næmingar. Vaksin, sum duga at skapað samband við næmingin, sum er á ein slíkan hátt, at næmingar tora og ynskja at koma til okkara við tí sum nívir. Vit vilja virka fyri at næmingar duga at seta egin mørk og siga frá á rættum stað.
Vit vilja sum vaksin leggja okkum eftir at síggja næmingin fyrst og fremst út frá teirra dygdum og leggja dent á hesar, bæði tá tosað verður við næmingin og um næmingin. Vit vilja gera okkara.
Happing kann fara fram í ósunnum umhvørvum, og tá arbeitt verður við trupulleikanum, mugu allir tættir takast við.
Happing kann lýsast soleiðis: Happing er, tá ið vit ikki lova onkrum upp í part, skaða onkran ella siga særandi orð. Tað kann vera tí, at vit ikki góðtaka onnur, sum tey eru vegna útsjónd, klæði, frítíðarítriv, átrúnað o.s.fr.
Happing kann fara fram upp á nógvar mátar: andlit til andlits ella við fartelefon, interneti og kjatti.
Happing kann vera beinleiðis og sjónlig, ella óbeinleiðis og krógvað.
At arga nýtist ikki at vera illa meint, men tá talan er um áhaldandi ágang, er talan um happing.
Um næmingur vísir tekin um mistrivna, skal skúlin taka stig til at bøta um hetta. Flokslærarin hevur ábyrgd av hesum. Alt eftir hvat mistrivnaðurin snýr seg um, kann flokslærarin t.d.:
31. august 2017.