Jógvan hevur fingið ein fittan hundahvølp. Hann hevur leingi ynskt sær hund, og í gjár kom pápin til hús við einum hvítum og svørtum hvølpi, sum hann hevði fingið frá einum vinmanni.
Jógvan var sum vera man glaður fyri hvølpin. Hann fór eftir eini kurv, ið hann legði lítla hvølpin í. Mamman vildi hava kurvina í køkinum, men har stóð hon ikki leingi, tí tá ið Jógvan fór inn í kamarið, hevði hann kurvina og hvølpin við sær.
Jógvan liggur í songini og hyggur eftir hvølpinum. Hann kennir seg so glaðan. Hann kínir hvølpinum, sum liggur og ringir seg saman í kurvini. Jógvan er errin av, at hann nú er hundaeigari. Besta vinkona hansara, Hanna, hevur altíð átt djór. Hon eigur ein stóran hund, tvær kettur og tvær ryssur. Henni dámar so væl at ríða.
Jógvan tekur fartelefonina úr lummanum. Hann sendir Honnu eini sms-boð, har ið hann biður hana koma til sín, tí hann hevur nakað stuttligt at vísa henni. Jógvan hevur ikki meira enn sent boðini, so er svar á hansara telefon. Jú, hon kemur beinanvegin.
Hanna er skjót. Jógvan vísir henni hvølpin, ið hann longu hevur kallað Snar. Hanna fer yvir til kurvina og tekur Snar upp. Sum hann er mjúkur og fittur. Hon leggur hann aftur í kurvina og ger seg til at fara. Tey gera av at hittast aftur um kvøldið.
Høgnar eigur nógvar góðar fløgur. Tá ið hann er einsamallur inni, situr hann ofta í stovuni og spælir tónleik, men táið foreldrini koma til hús, fer hann upp á loftið við øllum fløgunum, tí hann hevur eisini fløgu-spælara har uppi.
Kamarið hjá Høgnari er ikki so stórt, men tað er vakurt, ljóst og hugnaligt.
Høgnar hevur lagt allar tær bestu fløgurnar inn í skápið. Har liggja tær millum buksur, blusur og troyggjur.
Høgnar ætlar at keypa eina hill til fløgurnar. Hann bíðar eitt sindur, tí at hann fyllir skjótt, og hann veit, at nøkur longu hava keypt honum gávu.
Seinast, hann fylti, fekk hann nógvar góðar gávur, og hann hevur sagt, at hann ynskir sær eina fløgu hill.
Høgnar fyllir 12 ár. Hann gongur í fimta flokki í Vágs skúla. Eftir summarfrítíðina fer hann í sætta flokk, og tað gleðir hann seg til.
Í summarfrítíðini fer hann til Klaksvíkar at vitja Beintu. Beinta eigur tvær kettur, og pápi hennara eigur tvær ryssur.
Høgnari dámar væl at ferðast í Klaksvík, men hann er eisini glaður, tá ið hann kemur aftur til Vágs.
Í dag ætli eg mær niðan á vatnið at spæla við skipið, sum eg havi fingið frá pápa mínum. Eg fari at spyrja Jón, um hann tímir við. Eg vóni, at hann kemur við, tí eg keði meg altíð, tá ið eg spæli einsamallur. Jón eigur eisini eitt skip. Tað er eitt stórt skip, nógv størri enn mítt, men mítt er vakrari enn hansara. Eg haldi næstan, at skipið hjá mær er vakrasta skip í bygdini.
Hvørt kvøld seti eg skipið inn í skápið í gongini. Eg vildi heldur havt tað uppi á loftinum, men pápi sigur, at best er at seta tað í neystið, tí har fær tað frið. Eg vænti, at eg fari at gera, sum hann sigur.
Vit fyrireika okkum heima.
Vit fyrireika okkum heima.
Vit fyrireika okkum heima.
Drós situr við telduna. Hon er inni á Facebook. Vinkonur hennara hava leingi flent eftir henni, tí hon ikki leggur so nógv í teldur, og tær hava allar reypað av, hvussu nógv vinfólk, tær hava á Facebook.
Drós legði í fyrstani ikki lag í, hvat tær søgdu, men sum vikurnar gingu, og tær prátaðu um øll vinfólkini, føldi hon seg uttanfyri.
Sólja, besta vinkona hennara, lovaði at hjálpa henni í gongd, og nú situr hon við telduna eins og allar hinar genturnar í flokkinum. Hon følir, at hon nú er við í prátinum aftur, og hon hevur longu fingið nógv vinfólk úr ymsum bygdum í Føroyum. Hon hevur eisini vinfólk aðrastaðni enn í Føroyum, t.d. Jónas úr Noregi, Helgu úr Íslandi og Sáru úr Grønlandi. Hon kennir tey øll, tí tey hava øll fyrr búð í Føroyum.
Drós hevur gjørt av bara at fáa sær vinfólk, ið hon kennir, tí hon hevur so ofta hoyrt, at tað kann vera vandamikið at samskifta við fremmand fólk á telduni. Hesi kunnu vera heilt onnur, enn tey siga seg vera.
Drós hyggur, um hon hevur fingið nøkur boð, men tað hevur hon ikki. Hon skrivar eina heilsan til Sáru, ið hevur føðingardag, leggur seg so á sofuna at hvíla seg eina løtu, áðrenn hon skal venja flogbólt. Hóast hon er glað fyri vinfólkini á Facebook, so er tað stuttligari at vera saman við veruligum vinfólki.
Drós spælir flogbólt við gentum 12 ár hjá SÍ. Henni dámar sera væl at spæla flogbólt. Liðið hjá henni hevur klárað seg væl í kappingunum, sum hava verið. Tær hava ongantíð vunnið, men hava tríggjar ferðir verið nummar tvey. Drós hyggur altíð, tá ið bestu liðini í bygdini spæla, og hon var eisini í Havn, tá ið kvinnurnar vunnu steypafinaluna. Tað var ein góður dagur fyri bygdina.
Ólavur hevur júst verið til roynd í føroyskum, náttúru og tøkni og støddfrøði. Hann gongur/ í 6. flokki. Honum dámar væl at ganga í skúla, og hann heldur, at tað hevur gingið væl við royndunum. Hann er serliga glaður fyri, at tað hevur gingið so væl í føroyskum, tí hann hevur búð so stutt í Føroyum.
Ólavur býr í Havn, men her hevur hann ikki altíð búð. Hann flutti til Havnar úr Noregi fyri trimum árum síðani. Mamma Ólav er norsk, og pápin er føroyingur. Bæði mamma og pápi Ólav hava alla tíðina ætlað at búð í Føroyum, men tey hava bæði lisið í Noregi, so tey fluttu ikki til Føroya, fyrr enn tey vóru liðug at læra. Mamman arbeiðir nú sum fiskifrøðingur og pápin er blaðmaður.
Ólavi dámar væl at búgva í Føroyum, men onkuntíð leingist honum aftur til Noregs. Har er alt so nógv øðrvísi enn í Føroyum. Serliga saknar hann kavan. Hann stóð altíð nógv á skíðum, tá ið hann búði í Noregi, og tað dugdi hann eisini heilt væl. Í Føroyum er næstan aldri so mikið av kava, at tað ber til. Um tvær vikur verður páskafrítíðin, og tá fer Ólavur saman við familjuni til Noregs at vitja ommuna og abban. Hann gleðir seg og vónar, at tað fer at vera so mikið kalt, at kavi er í fjøllunum, tí tey hava bílagt pláss á einum skíðstaði í nakrar dagar.