Mannagongd um eldur kemur í
Um eldur kemur í, verður borið soleiðis at:
Starvsfólkini
- Starvsfólkini í hvørjari skúlastovu sær, skipa fyri at fáa øll børnini út skjótasta og nærmasta veg.
- Persónligir lutir liggja eftir í skúlastovuni.
- Lærarin tryggjar sær at allir næmingar koma út.
- Protokollin skal við út.
Samlingarstað
- Øll samlast á spælivøllinum.
- Á samlingarstaðnum telur lærarin, um allir næmingarnir, sambært protokolluni, eru komnir út.
- Um ikki slepst inn aftur í skúlan verður farið í grannahúsið at bíða.
- Skúlin setir seg í samband við foreldrini.
Starvsfólkini
- Starvsfólkini boða leiðaranum ella trygdarumboðnum frá, um øll eru komin út.
Leiðarin/trygdarumboðið
- Leiðarin ella trygdarumboðið tekur ímóti sløkkiliðnum, gevur teimum boð, um øll eru komin út.
Sløkkiliðið