Í samband við - 500 ára hald fyri trúbótini – hava vit havt tríggjar evnisdagar um Luther. Mikudagin høvdu vit vitjan av Beintu Vang, sum greiddi frá lívinum hjá Lutheri. Fríggjadagin var prestur á vitjan. Hann greiddi eisini frá lívinum hjá Lutheri, og um hvørja ávirkan hann hevur havt á okkara trúarlív og mentan. Hann greiddi eisini frá um Mikkjal á Ryggi og hansara sálmar.