Meginreglur

Gerandisdagurin
Atferð

·      Næmingarnir skulu vísa sømiligan atburð bæði í tíma og fríkorteri.

Uppmøting

·      Vit møta rættstundis.

Morgunsangur

·      Hvønn morgun er felags morgunsangur.

Fríkorter

·      Næmingarnir skulu vera á skúlans øki í skúlatíðini.

·      Næmingarnir eru úti, tá veðrið er til vildar.

·      Lærararnir fylgja næmingunum út úr stovuni, og taka móti teimum, tá teir koma inn aftur.

Garðvaktir

·      Garðvakt er, áðrenn skúladagurin byrjar og í øllum fríkorterum.

Matarsteðgur

·      Næmingarnir hava góðan og sunnan matpakka við.

Skógvar

·      Næmingarnir lata seg úr skónum í gongini, og seta teir upp á pláss.

Røklar

·      Skúlin hevur røklaskipan í øllum flokkum, har næmingarnir skiftast um at hava ábyrgd av flokshølinum.

SKÚLIN
Klokkutíðirnar eru hesar
 

Tímatalvan

·      Undirvísingartímatali næminganna um vikuna í hvørjum flokki er sambært §19 í fólkaskulalógini.

·      Um skúlaleiðarin heldu, at góðar grundir tala fyri tí, kunnu tímar flytast millum flokkar.

 Tíma- og lærugreinabýtið

·      Tíma- og lærugreinabýti verður gjørt eftir hesum leisti.

·      Í løtuni eru vit ein 3-flokkaður ársbýttur skúli.

Floksbýti

·      Skúlaleiðarin ger av hvørjir flokkar ganga saman. Hetta verður gjørt soleiðis, at næmingarnir kunnu fáa best møguligu undirvísing burtur úr tímajáttanini, sum skúlin fær.

Lærarar

·      Skúlaleiðarin ger uppskot um, hvørjum lærugreinum og flokkum hvør einstakur lærari skal undirvísa í. Um tað ber til, skal skúlaleiðarin ganga ynskinum hjá læraranum á møti.

UNDIRVÍSING
Ársætlan

·      Á hvørjum ári ger skúlin ársætlan, sum verður løgd fyri skúlastýrið.

Undirvísingarhættir

·      Lærarin velur teir arbeiðshættir, ið hann metir hóska og uppfylla endamál skúlans

Evnisvika

·      Eina til tvær ferðir um árið hava vit evnisviku ella skeið.

Svimjing

·      Næmingarnir fara til Klaksvíkar at svimja.

·      Um næmingar skulu steðga eftir í Klaksvík, skulu foreldrini boða skúlanum frá.

Tónleikur

·      Næmingar, sum eru áhugaðir í tónleiki, hava møguleika at ganga til undirvísing í onkrum ljóðføri í musikkskúlanum.

Serundirvísing/serligur tørvur

·      Flokslærarin ger eina lýsing av einstaka næminginum, og skúlaleiðarin sendir umsóknina til Sernámsdepilin. Ætlan verður gjørd fyri játtaðar tímar.

Miðfirrað serundirvísing

·      13% av næmingatali skúlans verður nýtt til miðfirraðar tímar.

·      Skúlaleiðarin ger av, saman við hinum lærarunum, hvussu hesir tímar verða nýttir.

·      Tímarnir kunnu brúkast til einstaklingaundirvísing uttanfyri flokkin, stuðul í flokkinum, bólkastuðu í flokkinum ella bólkastuðul uttanfyri flokkin.

Ársroyndir

·      Næmingarnir í 6. og 7. flokki fara til skrivliga og munnliga roynd í mai/juni mánaði.

FRÁVERA
Næmingafrávera

·      Næmingafráverur verða førdar í dagbók/protokoll floksins.

·      Skúlaleiðarin kunnar javnan skúlastýrið um næmingafráverur.

Fríloyvi

·      Flokslærarin hevur heimild til at geva næmingi frí upp til 2 skúladagar.

·      Er talan um longri fráveru, skal skúlaleiðarin geva loyvi til tess.

Frávera

·      Um næmingur er sjúkur, skulu foreldrini siga frá við at ringja ella senda sms-boð.

Ferming

·      Avtalað millum skúlaleiðara og viðkomandi prest, hvussu næmingarnir ganga til.

Fjall/grind

·      Næmingarnir fáa frí, um foreldrini biðja um tað.

Jarðarferð

·      Tá jarðarferð er í bygdini, sleppa næmingarnir heim kl. 11.30.

HEILSA
Heilsufrøðingur

·      Leila Olsen er heilsufrøðingur í skúlanum.

Skúlatannlæknaskipanin

·      Allir næmingarnir fara til skúlatannlækna í Klaksvík.

Matpakki

·      Sunnan matpakka við í skúla.

Lús

·      Foreldur hava fráboðanarskyldu, um barn teirra hevur lús.

·      Skúlin hevur fráboðanarskyldu, tá lús er í skúlanum.

Royking og rúsevni

·      Royking og rúsevni eru ikki loyvd á skúlans øki.

BØKUR OG AMBOÐ
Skúlaamboð

·      Skúlin útvegar skrivi- og rokniheftir.

·      Næmingarnir hava neyðugu amboð við í skúla.

Skúlabøkur

·      Væl eigur at vera farið um bøkurnar, sum skúlin flýggjar út.

·      Heimið hevur ábyrgd av at pappír verður lagt um bøkurnar.

·      Foreldrini hava endurgjaldsskyldu fyri allar bøkur, ið næmingarnir missa burtur ella oyðileggja.

TILTØK Í SKÚLANUM
Føstulávintshald

·      Skúlin skipar fyri tunnusláing føstalávintsmánadag.

Jól

·      Á hvørjum ári skipar skúlin fyri jólahaldi í skúlanum fyri foreldrum og systkjum.

·      Farið verður í kirkju fyri jólafrítíðina.

Renning 

  
·      Hvørt ár er skúlarenning.

Seturskúli/útferð

·      Allir næmingar fara á seturskúla ella útferð eina ferð um árið.

·      6. og 7. flokkur fara uttanlands annaðhvørt ár.

Hugnadagar

·      Allir flokkar hava minst ein hugnadag í hvørjum skúlaári.

NÆMINGAR OG FORELDUR
Heimaarbeiði

·      Allir næmingar hava vikuætlan, sum sæst á heimasíðu skúlans.

·      Heimið eigur at fylgja við, at næmingurin ger sítt heimaarbeiði.

Foreldrini

·      Boða skúlanum frá, um serlig viðurskifti eru galdandi við barninum (t.d. sjúka).

·      Læra børnini samanhald, ábyrgd og vinalag.

Foreldraráð

·      Hvørt ár verða umboð vald fyri hvønn flokk/stovu.

·      Endamálið er at menna samanhaldið millum næmingarnar, heimini og skúlan.

Samskifti millum heim og skúla

·      Næmingasamrøður tvær ferðir um árið.

·      Logbøkur verða sendar heim, tá næmingasamrøðurnar hava verið. 

·      Foreldrasamrøður eru tvær ferðir um árið.

·      Felagsforeldrafundur er minst eina ferð um árið.

·      Foreldraráð verður valt hvørt ár fyri allar flokkar.

Heimasíðan

·        www.vis.fo

Innskriving

·      Innskriving fer fram í januar mánaði.

Frítímar

·      Næmingarnir skulu ikki sendast heim uttan fráboðað er frammanundan.

STARVSFÓLK
Flokslærarar

·      Í hvørjum flokki er ein flokslærari, ið hevur tætt tilknýti til flokkin.

Toymir

·      Í hvørjum flokki er eitt læraratoymi.

Fundir

·      Regluligir fundir eru í námsfrøðiliga ráðnum.

Skeið

·      Starvsfólk skulu hava møguleika til eftirútbúgving og skeið.

Skúlastýrið

·      Skúlastýrið verður valt eftir galdandi reglum og arbeiðir hareftir.

YMISKT
Happing

·      Happing verður ikki góðtikin og fær avleiðingar.

·      Arbeitt verður miðvíst við at allir næmingar trívast í skúlanum.

Klæðir

·      Til ítrótt skulu næmingarnir hava fimleikaklæðir og skógvar, sum eru hóskandi.

·      Næmingarnir eru altíð ílatnir til at vera úti í fríkorterunum.

·      Gloymd klæðir verða løgd fram tríggjar ferðir um árið. Tað er til felags foreldrafund og til vanligar foreldrafundir.

Fartelefonir

·      Næmingar hava ikki loyvi at nýta fartelefon í skúlatíðini. Fartelefonirnar verða samlaðar inn, tá skúladagurin byrjar, og næmingarnir fáa telefonirnar aftur, tá teir fara til hús.

·      Um næmingur ikki virðir viðtøkuna, verður fartelefonin tikin og foreldur fáa hana aftur við at koma í skúlan eftir henni.

Ymiskt

·      Næmingarnir skulu ikki hava lutir við í skúla, sum eru vandamiklir og kunnu órógva undirvísingina.

 

Viðareiðis skúli - september 2016