Skúlaheilsufrøðingur

 

Skúlaheilsufrøðingur

Skúlaheilsufrøðingurin bjóðar vegleiðing um heilsu, menning og trivnað. Umframt at gera funktiónskanningar, hevur skúlaheilsufrøðingurin eisini persónligar samrøður við barnið, eins og bólka- og floksundirvísing við ymiskum viðkomandi evnum.

Harumframt skal skúlaheilsufrøðingurin eygleiða heilsuviðurskiftini hjá einstaka barninum eins og almennu umstøðurnar fyri hesum.

Vegleiðing verður eisini veitt til foreldur og starvsfólk á skúlanum.

Meir er at lesa á heimasíðuni hjá Gigni - heilsufrøði til børn og ung á www.gigni.fo

Heilsufrøðingur

Sigrun Dalsgaard Hansen

sigrunh@gifni.fo

Skúlin á Skúlatrøð, Skúlavegur Klaksvík 

Tlf. 455653  -  Fartelefon 562393