Telefonpolitikkur skúlans
Viðareiðis skúli hevur ynski um ein telefonfrían skúla.
- Í Viðareiðis skúla mæla vit til, at næmingarnir ikki hava snildfon við í skúla.
- Um tørvur er á at hava telefon við í skúla, mæla vit til, at tað er ein knappatelefon, sum liggur sløkt í skúlataskuni.
- Um næmingur hevur snildfon við í skúla, skal hon latast læraranum, sum goymir hana í einum læstum skápi. Næmingurin fær hana aftur, tá skúladagurin er lokin.
Um tørvur er á at hava eitt snild-ur við, so skal tað vera óvirkið í skúlatíð.
Hevur næmingur tørv á at ringja, kann hann venda sær til læraran ella leiðsluna.
-
Eru serligar umstøður galdandi, t.d. sjúka ella annað, kunnu undantøk frá reglunum omanfyri verða gjørdar í samráð við flokslæraran.
Um lærari kemur eftir, at telefonreglurnar ikki verða hildnar, skal telefonin latast læraranum, sum leggur hana á skrivstovuna. Lærarin kunnar foreldur/avvarðandi um, at næmingurin hevur mist telefonina.
Telefonin fæst aftur, við at foreldur ella avvarðandi koma á skrivstovuna eftir henni. Skrivstovan hevur opið frá kl. 08.00 - 12.00?
Liggur tað ikki fyri hjá foreldrum at heinta telefonina í skrivstovutíð, ber til í hvørjum einstøkum føri at gera eina avtalu við flokslæraran ella leiðsluna um, hvussu foreldur ella avvarðandi fáa telefonina.