Trygdarskipan

Trygdarnevnd

Mannagongd um eldur kemur í

 Um eldur kemur í, verður borið soleiðis at:

  • Ring altíð fyrst til 112  

 Starvsfólkini

  • Starvsfólkini í hvørjari skúlastovu sær, skipa fyri at fáa øll børnini út skjótasta og nærmasta veg.
  • Persónligir lutir liggja eftir í skúlastovuni.
  • Lærarin tryggjar sær at allir næmingar koma út.
  • Protokollin skal við út.

 Samlingarstað

  • Øll samlast á spælivøllinum.
  •  Á samlingarstaðnum telur lærarin, um allir næmingarnir, sambært protokolluni, eru komnir út.
  • Um ikki slepst inn aftur í skúlan verður farið í grannahúsið at bíða.
  • Skúlin setir seg í samband við foreldrini.

 Starvsfólkini

  • Starvsfólkini boða leiðaranum ella trygdarumboðnum frá, um øll eru komin út.

 Leiðarin/trygdarumboðið

  • Leiðarin ella trygdarumboðið tekur ímóti sløkkiliðnum, gevur teimum boð, um øll eru komin út.

 Sløkkiliðið

  • Sløkkiliðið tekur yvir.

Tilbúgving í samband við ódnarveður

Ódnarveður

  • Verður boðað frá so ringum veðri, at mett verður at tað ikki er ráðiligt at fara í skúla, so kunnger skúlin gjøgnum heimasíðuna, eftir næmingalistanum ella KVF, at skúlagongdin er avlýst.
  • Verður ódnarveður, meðan børnini eru í skúla, so heldur skúlagongdin fram sum vant.

 Ljósið fer

  • Fer ljósið og er burtur so leingi, at tað verður ógjørligt at halda fram við undirvísingini, so boðar skúlin heimunum frá, at tey kunnu koma eftir børnunum

 Um børnini verða send heim

  • Liggur tað ikki fyri, ella er ikki farandi frá húsum, so eru børnini í floksstovuni saman við læraranum, so leingi tað er neyðugt, inntil børnini trygt kunnu fara heim við foreldrunum ella við øðrum, um foreldrini vita av hesum.