Mannagongd í samband við ódnarveður
Ódnarveður
- Verður boðað frá so ringum veðri, at mett verður at tað ikki er ráðiligt at fara í skúla, so kunnger skúlin gjøgnum heimasíðuna, eftir næmingalistanum ella KVF, at skúlagongdin er avlýst.
- Verður ódnarveður, meðan børnini eru í skúla, so heldur skúlagongdin fram sum vant.
Ljósið fer
- Fer ljósið og er burtur so leingi, at tað verður ógjørligt at halda fram við undirvísingini, so boðar skúlin heimunum frá, at tey kunnu koma eftir børnunum
Um børnini verða send heim
- Liggur tað ikki fyri, ella er ikki farandi frá húsum, so eru børnini í floksstovuni saman við læraranum, so leingi tað er neyðugt, inntil børnini trygt kunnu fara heim við foreldrunum ella við øðrum, um foreldrini vita av hesum.