Vikuætlan

Vika 36 - 2026

Mánadagur
31. august
Føroyskt
Lesið s 156-157 minst 4 ferðir heima
Rokning
Rokna s.22
Týsdagur
1. september
Føroyskt
Lesið s 158-159 minst 4 ferðir heima
Mikudagur
2. september
Rokning
Rokna s.25
Føroyskt
Lesið s 160-161 minst 4 ferðir heima
Danskt
Lesið s 7 minst 4 ferðir heima
Hósdagur
3. september
Rokning
Rokna s.27
Føroyskt
Lesið s 162-163 minst 4 ferðir heima
Ítróttur
Minnist til at hava hóskandi klæði og skógvar, ið ikki svartan botn, við
Fríggjadagur
4. september
Føroyskt
Lesið s 166 minst 4 ferðir heima

Góðu foreldur

Allir næmingar í 3. flokkunum í føroyska fólkaskúlanum skulu verða kannaðir fyri orðblindni.
Hildið verður, at umleið 7-10 % av næmingunum eru orðblindir.
Kanningarnar verða gjørdar hósdagin 10. september. Kanningarnar minna um lesikanningarnar, ið næmingarnir kenna, og hetta kemur ikki at ávirka skúladagin stórvegis.
Um mistanki er um, at næmingur er orðblindur, verður nærri kanning gjørd. Um barn tykkara skal til nærri kanning, frætta tit aftur.

Vinaligar heilsanir
Simona og Sonja