12
Framúr gott avrik
Verður givið fyri avrik, sum lýtaleyst ella mest sum lýtaleyst lýkur málini í námsætlanini í lærugreinini.
10
Sera gott avrik
Verður givið fyri sera gott avrik, ið við onkrum smávegis lýtum lýkur flestu málini í námsætlanini í lærugreinini.
7
Gott avrik
Verður givið fyri gott avrik, ið við nøkrum lýt um, væl lýkur málini í námsætlanini í lærugreinini.
4
Hampiligt avrik
Verður givið fyri hampiligt avrik, ið hevur fleiri grov lýti og ikki lýkur málini væl í námsætlanini í lærugreinini.
02
Toluligt avrik,
sum kann verða góðtikið Verður givið fyri toluligt avrik, ið akkurát stendur mát, og í minsta mun lýkur málini í námsætlanini í lærugreinini.
00
Ikki nøktandi avrik
Verður givið fyri ikki nøktandi avrik, ið ikki stendur mát og ikki lýkur málini í námsætlanini í lærugreinini.
-3
Heilt vánaligt avrik
Verður givið fyri heilt vánaligt avrik, sum als ikki kann verða góðtikið.