Søgan

Søga skúlans

Skúlin á Viðareiði varð vígdur 6. desembur 1986, og tað var bispurin Eyvindur Wilhelm, ið vígdi skúlan.

Á vegginum eystantil á skúlanum hongur ein mynd úr jarni, sum Fridtjof Joensen, listarmaður, hevur gjørt. Hetta er eitt minni um bygdarmannin Christian Matras, yrkjara, og arbeiði hansara. Fridtjof fekk hugskotið til hesa mynd ígjøgnum eina yrking hjá Chr. Matras, sum hann kallaði: ”Fólk í huganum”.

Soleiðis ljóðar eitt brot úr henni:

  • Tað ganga fólk í huganum á mær,
    tað bygdarfólkið, sum á sinni var,
    øll tey eg sá og hoyrdi, frætti frá,
    alt fólk, sum ikki meir er omaná.  
  • Tað var eitt lív so hvønndagsliga sterkt,
    og er í sinni mítt so ríkan merkt,
    at bygd, ið áður var, er í mær enn, 
    nú burtur eru konur, farnir.

Nýggi skúlin

Nýggi skúlin varð tikin í brúk á heysti 2013.

Búmerki

Viðareiðis skúli hevur fingið búmerki. Ætlanin er, at búmerkið skal vera sjónligt á skúlanum, á heimasíðuni, á brøvum og ymiskum prentlutum.

Uppskotið er grafiskt viðgerð av bókstavunum V og S, sum eru forbókstavirnir í navninum Viðareiðis skúli.

Bókstavirnir eru sniðgivnir so, at teir ímynda meiri enn bert bókstavir, sum tó eisini hevur við lærdóm í barnaskúlanum at gera.

V-ið ímyndar bæði eina opna bók, vøkstur og armarnar hjá lærara og einum eldri, sum lærir og lyftir einum ungum víðari fram á leið.

S-ið ímyndar bæði vøkstur, blómuna á stelkinum og eina pisu, sum er um at fara frá trygga grundvøllinum. Pisan spennir bringuna og nevið fram, búgvin at royna fyrsta flogið.

Flogið og ynski um at fara út í heimin sprettur úr bókliga heiminum, sum er sprettur úr staðnum. Á henda hátt, ímyndar V-ið eisini Viðareiði sum ítøkiligt stað og fjøllini har.

Uppskotið ímyndar eisini samarbeiði og samstarv millum tveir partar. Talan kann t.d. vera um floksfelagar, lærarar og næming ella heim og skúla.

Tað er Eyðun Eliasen, sum hevur sniðgivið nýggja búmerkið.