Virðisgrundarlag

VIRÐISGRUNDARLAG FYRI VIÐAREIÐIS SKÚLA

Í Viðareiðis skúla leggja vit dent á at læra. Fyri at náa hesum, seta vit grundleggjandi virðini fyri at læra fremst:

AT LÆRA – AT TRÍVAST – AT VIRÐA

AT LÆRA

Vit vilja skapa líkindi fyri, at næmingarnir støðugt læra og mennast.

Hetta merkir, at

1.      Næmingarnir hava góðar umstøður at læra og mennast

2.      Næmingarnir læra at arbeiða sjálvstøðugt og í felagsskapi

3.      Næmingarnir fáa nøktandi avbjóðingar

AT TRÍVAST

Vit ynskja, at øll trívast í skúlanum.

Hetta merkir, at

1.      Næmingar og starvsfólk skulu kenna seg væl í skúlanum

2.      Næmingar og starvsfólk hava góðar arbeiðsumstøður

3.      Gott samstarv millum heim og skúla skal tryggja ein góðan felagsskap

AT VIRÐA

Vit vilja, at øll virða hvør annan, náttúruna og heimligu mentanina.

Hetta merkir, at

1.      Næmingarnir virða hvør annan, starvsfólk skúlans og undirvísingina

2.      Starvsfólk virða næmingarnar og arbeiði teirra

3.      Tosað verður virðiliga um skúlans arbeiði