Sorgarætlan fyri Viðareiðis skúla
Heitt verður á foreldur ella avvarðandi um at boða leiðslu skúlans frá, um næmingur doyr ella missir ein av sínum næstu.
Í Viðareiðis skúla hava vit gjørt eina sorgarætlan fyri skúlan, sum skal vera okkara amboð at nýta í teimum førum, har vit hava onkran, sum verður raktur av sorg. Sorgarætlanin skal somuleiðis gera okkum lærarar og starvsfólk á skúlanum tilvitað um tann leiklut, sum vit hava í arbeiði okkara, tá ið tað snýr seg um at hjálpa teimum næmingum, ið vit hava ábyrgdina av.
Endamálið er sostatt, í greiðum orðum at siga, hvussu vit gera, tá ið sjúka, vanlukka ella deyði rakar okkum í skúlanum ella ein av okkara nærmastu.
Um næmingur er leingi burtur vegna sjúku ella annað
- Flokslærarin hevur ábyrgd av at tosað verður við heimið
- Flokslærarin kunnar hinar lærararnar
- Flokslærarin kunnar floksfelagarnar
- Flokslærarin fylgir við hvussu gongur
- Um stig verður tikið til tiltøk, vitjanir ella annað skipar flokslærarin fyri
Tá ið næmingur doyr
- Doyr næmingur, boðar skúlaleiðarin lærarum skúlans frá, áðrenn skúladagurin byrjar
- Flaggið verður vundið í hálva stong
- Skúlaleiðarin og flokslærarin tosar við foreldrini og bera flokkinum boðini
- Skipað verður fyri felags morgunsangi í skúlanum, har tøgn verður hildin í ein minuttSkúlaleiðarin og flokslærari fara í heimið at vísa samkenslu
- Skúlin skipar fyri minningarhaldi, og foreldur kunnu koma við
- Flokslærarin kunnar flokkin um, jarðarferð og annað
- Skúlin sendir minnisgávu ella krans
- Skúlaleiðarin, flokslærarin og aðrir lærara fara at fylgja
- Næmingar kunnu fylgja saman við foreldrum/avvarðandi
Tiltøk, sum skúlin kann taka stig til
- Skúlaleiðarin kann biðja um serkøna hjálp uttan í frá. M.a. frá presti, samkomuleiðara, sjúkrarøktarfrøðingi, sálarfrøðingi ella øðrum
- Skúlin skipar fyri minningarhaldi í skúlanum
- Foreldur kunnu koma við til minningarhaldið
- Vanliga tímatalvan verður niðurløgd, so lærarar og næmingar fáa møguleika at tosa um tað, sum er hent
- Minnast viðkomandi á fyrsta foreldrafundi aftaná
Um systkin ganga í skúlanum
- Flokslærarin tosar við heimið
- Flokslærarin gera ætlan fyri dagin, tá tey koma í skúla aftur
Tá ið lærari doyr
Skúlaleiðarin setur seg í samband við familjuna.
- Skúlaleiðarin boðar lærarum skúlans frá
- Flokslærararnir kunna flokkarnar
- Flaggið verður vundið í hálva stong
- Næmingarnir, sum hava læraran, fáa serliga kunning
- Felags morgunsangur og minningarhald
- Foreldur og avvarðandi kunnu koma við til minningarhaldið
- Skúlin sendir minnisgávu ella krans
- Lærarar fara til jarðarferð
- Næmingar kunnu fylgja saman við foreldrum/avvarðandi
Tiltøk í samband við at lærari doyr
- Vanliga tímatalvan verður niðurløgd, so lærarar og næmingar fáa møguleika at tosa um tað, sum er hent
Missur hjá tí einstaka í sambandi við álvarsliga sjúku, vanlukku ella deyða
- Um boðini koma í skúlatíð, og avvarðandi ikki sjálvi kunnu geva barninum boðini, verður mælt til, at skúlaleiðarin ella flokslærarin geva boðini á hóskandi stað og taka sær av viðkomandi til loysn verður funnin
- Um avvarðandi sjálvi koma í skúlan, verður sama mannagongd fylgd
- Flokslærarin kunnar allar lærarar í flokkinum um sjúkuna ella vanlukkuna
- Flokslærarin kunnar flokkin um støðuna
- Flokslærarin kunnar foreldrini um, at tosað verður um málið í flokkinum
- Eru fleiri systkin í skúlanum, mugu allir lærara tosa saman, so at felags mannagongd verður fylgd
- Fylgja væl við næmingum, hvørs foreldur eru sjúk ella deyð
- Fylgja við um broytingar eru í atferðini hjá barninum
Tiltøk framyvir
- Á føðingardegnum hjá tí deyða verður prátað um tann, sum farin er
- Flokslærarin tosar við lærararnar, sum hava flokkin, um støðuna í flokkinum
- Lærararnir, sum eru um flokkin, mugu vísa tolsemi, fyrilit og umhugsni, tí tað kann taka langa tíð hjá børnum at koma yvir kreppu og sorg, sum tey eru komin í