Føroyskt

Føroysk fyrisøgn - 29. sep. 2025

Jógvan hevur fingið ein fittan hundahvølp. Hann hevur leingi ynskt sær hund, og í gjár kom pápin  til hús við einum hvítum  og svørtum hvølpi,  sum hann hevði  fingið frá einum vinmanni.

Jógvan var sum vera man  glaður fyri hvølpin.  Hann fór eftir eini kurv,  ið hann legði  lítla hvølpin í.  Mamman vildi hava  kurvina í køkinum,  men har stóð hon ikki leingi, tí tá ið Jógvan fór inn í kamarið,  hevði hann kurvina og hvølpin við sær.

Jógvan liggur í songini  og hyggur eftir hvølpinum.  Hann kennir seg so glaðan. Hann kínir hvølpinum,  sum liggur og  ringir seg saman í kurvini.  Jógvan er errin av,  at hann nú er hundaeigari.  Besta vinkona hansara, Hanna,  hevur altíð átt djór.  Hon eigur ein stóran hund,  tvær kettur og tvær ryssur.  Henni dámar so væl at ríða.  

Jógvan tekur fartelefonina  úr lummanum.  Hann sendir Honnu eini sms-boð, har ið hann biður  hana koma til sín,  tí hann hevur  nakað stuttligt at vísa henni. Jógvan hevur ikki  meira enn sent boðini,  so er svar á hansara telefon.  Jú, hon kemur beinanvegin.

Hanna er skjót.  Jógvan vísir henni hvølpin,  ið hann longu hevur kallað Snar. Hanna fer yvir til kurvina  og tekur Snar upp.  Sum hann er mjúkur og fittur. Hon leggur  hann aftur í kurvina  og ger seg til at fara.  Tey gera av  at hittast aftur um kvøldið.

 

Fyrisøgn 22. september

Høgnar eigur nógvar góðar fløgur. Tá ið hann er einsamallur inni, situr hann ofta í stovuni og spælir tónleik, men táið foreldrini koma til hús, fer hann upp á loftið við øllum fløgunum, tí hann hevur eisini fløgu-spælara har uppi.

Kamarið hjá Høgnari er ikki so stórt, men tað er vakurt, ljóst og hugnaligt.

Høgnar hevur lagt allar  tær bestu fløgurnar inn í skápið. Har liggja tær millum buksur, blusur og troyggjur.

Høgnar ætlar at keypa eina hill til fløgurnar. Hann bíðar eitt sindur, tí at hann fyllir skjótt, og hann veit, at nøkur longu hava keypt honum gávu.

Seinast, hann fylti, fekk hann nógvar góðar gávur, og hann hevur sagt, at hann ynskir sær eina fløgu hill.  

Høgnar fyllir 12 ár. Hann gongur í fimta flokki í Vágs skúla. Eftir summarfrítíðina fer hann í sætta flokk, og tað gleðir hann seg til.  

Í summarfrítíðini fer hann til Klaksvíkar at vitja Beintu. Beinta eigur tvær kettur, og pápi hennara eigur tvær ryssur.

Høgnari dámar væl at ferðast í Klaksvík, men hann er eisini glaður, tá ið hann kemur aftur til Vágs.

Fyrisøgn 15.september

Í dag ætli eg mær niðan á vatnið at spæla við skipið, sum eg havi fingið frá pápa mínum. Eg fari at spyrja Jón, um hann tímir við. Eg vóni, at hann kemur við, tí eg keði meg altíð, tá ið eg spæli einsamallur. Jón eigur eisini eitt skip. Tað er eitt stórt skip, nógv størri enn mítt, men mítt er vakrari enn hansara. Eg haldi næstan, at skipið hjá mær er vakrasta skip í bygdini.

Hvørt kvøld seti eg skipið inn í skápið í gongini. Eg vildi heldur havt tað uppi á loftinum, men pápi sigur, at best er at seta tað í neystið, tí har fær tað frið. Eg vænti, at eg fari at gera, sum hann sigur.

Fyrisøgn 8. september 2025.

Vit fyrireika okkum heima.

Fyrisøgn 1. september

Vit fyrireika okkum heima.

Fyrisøgn 25. august

Vit fyrireika okkum heima.

Føroysk fyrisøgn
          

Drós situr við telduna. Hon er inni á Facebook. Vinkonur hennara hava  leingi flent eftir henni,  tí hon ikki leggur  so nógv í teldur,  og tær hava allar reypað av,  hvussu nógv vinfólk,  tær hava á Facebook.

Drós legði í fyrstani  ikki lag í,  hvat tær søgdu,  men sum vikurnar gingu,  og tær prátaðu  um øll vinfólkini,  føldi hon seg uttanfyri.

Sólja, besta vinkona hennara,  lovaði at hjálpa henni í gongd, og nú situr hon  við telduna  eins og allar  hinar genturnar í flokkinum.  Hon følir, at hon nú  er við í prátinum aftur,  og hon hevur  longu fingið nógv vinfólk  úr ymsum bygdum í Føroyum.  Hon hevur eisini  vinfólk aðrastaðni enn í Føroyum,  t.d. Jónas úr Noregi,  Helgu úr Íslandi  og Sáru úr Grønlandi. Hon kennir tey øll,  tí tey hava øll  fyrr búð í Føroyum.

 

Drós hevur gjørt av  bara at fáa sær vinfólk,  ið hon kennir,  tí hon hevur  so ofta hoyrt, at tað kann vera vandamikið  at samskifta við fremmand fólk  á telduni. Hesi kunnu vera  heilt onnur,  enn tey siga  seg vera.

Drós hyggur,  um hon hevur fingið  nøkur boð,  men tað hevur hon ikki. Hon skrivar eina heilsan  til Sáru,  ið hevur føðingardag,  leggur seg so á sofuna  at hvíla seg eina løtu,  áðrenn hon skal  venja flogbólt. Hóast hon er  glað fyri vinfólkini á Facebook, so er tað stuttligari  at vera saman við  veruligum vinfólki. 

Drós spælir flogbólt  við gentum 12 ár  hjá SÍ. Henni dámar sera væl  at spæla flogbólt. Liðið hjá henni hevur klárað seg væl í kappingunum,  sum hava verið. Tær hava ongantíð vunnið,  men hava tríggjar ferðir  verið nummar tvey.  Drós hyggur altíð,  tá ið bestu liðini  í bygdini spæla,  og hon var eisini í Havn,  tá ið kvinnurnar vunnu steypafinaluna. Tað var ein góður dagur fyri bygdina.

Føroysk fyrisøgn

Ólavur hevur júst verið til roynd í føroyskum, náttúru og tøkni og støddfrøði. Hann gongur/ í 6. flokki. Honum dámar væl at ganga í skúla, og hann heldur, at tað hevur gingið væl við royndunum. Hann er serliga glaður fyri, at tað hevur gingið so væl í føroyskum, tí hann hevur búð so stutt í Føroyum.

Ólavur býr í Havn, men her hevur hann ikki altíð búð. Hann flutti til Havnar úr Noregi fyri trimum árum síðani. Mamma Ólav er norsk, og pápin er føroyingur. Bæði mamma og pápi Ólav hava alla tíðina ætlað at búð í Føroyum, men tey hava bæði lisið í Noregi, so tey fluttu ikki til Føroya, fyrr enn tey vóru liðug at læra. Mamman arbeiðir nú sum fiskifrøðingur og pápin er blaðmaður.

Ólavi dámar væl at búgva í Føroyum, men onkuntíð leingist honum aftur til Noregs. Har er alt so nógv øðrvísi enn í Føroyum. Serliga saknar hann kavan. Hann stóð altíð nógv á skíðum, tá ið hann búði í Noregi, og tað dugdi hann eisini heilt væl. Í Føroyum er næstan aldri so mikið av kava, at tað ber til. Um tvær vikur verður páskafrítíðin, og tá fer Ólavur saman við familjuni til Noregs at vitja ommuna og abban. Hann gleðir seg og vónar, at tað fer at vera so mikið kalt, at kavi er í fjøllunum, tí tey hava bílagt pláss á einum skíðstaði í nakrar dagar.