Rennidagur
hós. 5. sep. - frí. 13. sep.

Um viðrar hava vit rennidag fríggjadagin tann 13. september.
Vit møta kl. 08.00, og fara heim kl. 11.30.
Vit renna ella ganga frá skúlanum og inn í Dalar.
Lærarar standa vakt eysturi í Eiðsvík, Inni á Leiti, við vegin oman til smoltstøðina og Inni í Dølum. Vaktirnar er í gulum vestum.
Næmingarnir mugu vera í klæðum og skóm, sum eru góð at ganga ella renna í. Teir kunnu eisini hava okkurt at drekka og eta við sær.
Skúlin bjóðar okkurt leskiligt inni í Dølum, og tá liðugt er at ganga/renna.