Komandi tiltøk
Skúlating
frí. 14. jan. - frí. 28. jan.

Góðu foreldur!

Ætlanin er at veita ”lektiuhjálp” hvønn hósdag millum 09.50 – 11.30. Tað vil siga, at næmingar fáa møguleika fyri at fara út úr tímanum og fáa hjálp og vegleiðing til ávísar uppgávur, sum kanska eru nakað torførar at skilja.

Foreldur eru vælkomin at tosa við skúlan, um okkurt er, sum tit meta, at tykkara barn hevur brúk fyri. Annars er tað lærarin, saman við næminginum, sum metir um, hvør hevur brúk fyri at koma burturfrá og fáa frið at hugsavna seg og fáa hjálp og vegleiðing.

Næmingarnir koma at skiftast um at fara til “lektiuhjálp”, og er tað Betty, sum tekur sær av hesum.

Hetta skal ikki skiljast soleiðis, at næmingarnir sleppa frá at gera skúlating heima, tí tað hevur stóran týdning fyri næmingarnar, at teir venja miðvíst, um teir skulu mennast og blíva betri til alt, sum teir skulu læra.