Seinastu tíðindi

Á fjalli

mán. 8.okt

Í góðveðrinum í dag hava skúlabørnini verið á fjalli Eysturi við Egg. Tað gekk væl at reka, og tá vit komu í rætt, kom bóndakonan við kaffi, køkum og sunkist til fjallfólki. Tað kom sera væl við at fáa okkurt leskiligt aftaná ein strævnan og hugnaligan fjalldag.