Valrættur og valbæri
frí.18.okt
Yvirlit yvir tey foreldur, sum eru skrásett at hava valrætt og valbæri til skúlastýrisvalið 12. nov. 2024, liggur frammi í skúlanum (í skúlatíð) frá 22. oktobur.
Um onkur av órøttum er komin á listan, ella onkur manglar, skal boðast frá til valstýrisformannin, Jensebeth Absalonsen, sum skjótast.
Foreldur at barni, sum komandi skúlaár flytur í annan skúla, hevur valrætt og valbæri í tí skúlanum.