Seinastu tíðindi

STROK og PÍKA7

hós.11.okt

Kunning

Fleiri haldarar mangla at endurnýggja sítt hald - 
Av tí at báðir teir stóru bankarnir hava útflýggjað viðskiftafólkum sínum nýggj gjaldskort seinastu tíðina, eru tað framvegis fleiri av okkara haldarum, sum mangla at leggja nýggja kortið inn í haldaraskipanina og soleiðis endurnýggja sína gjaldsavtalu. Eingin galdandi gjaldsavtala, einki blað.

Vit hava sent fleiri felags áminningar út um hetta, men av tí at flestu teldupostskipanir sortera innkomnar teldupostar sjálvvirkandi, eru helst nógvar av hesum áminningum endaðar í "spam" ella "junk".