Seinastu tíðindi

Vitjan

frí.23.nov

Til morgunløtuna í morgun høvdu vit vitjan av Anfinn Kallsberg.

Anfinn greiddi frá, hvussu tað var at vera barn og vaksa upp í Klaksvík. Hann greiddi frá sínum lívi, sum bygdaráðsformaður, løgtingsmaður, landsstýrismaður og løgmaður. Hann segði eisini onkra góða søgu um túrin, tá hann sum smádrongur fór við skótunum til Grikkalands á skótalegu.

Hann nevndi eisini onkrar kendar persónar, sum hann hevði hitt í sínum politiska lívi. M.a. nevndi hann teir norðurlensku forsetarnar, drotningina, Nelson Mandela og onnur.

Anfinn hevði eisini tikið tvær fartelefonir við í skúla í morgun. Ta gomlu fartelefonina bar hann í hondini, og ta nýggju hevði hann í skjúrtulummanum. Tað var stuttligt at síggja, hvussu stórur munur var á telefonunum.

Børnini vóru eisini áhugaði í at fáa Anfinn at siga eitt sindur um at ganga á fjall og at fletta.