Seinastu tíðindi

Evnisdagar

frí.10.mai

HEIMSMÁLINI - Fyri burðardyggari menning - Í samband við tey 17 heimsmálini, fara vit at hava tríggjar evnisdagar, sum hava samband við hetta evni.

Evnisdagarnir vera frá 13. – 15. mai.

Tveir teir fyrstu dagarnir fara vit  serliga at leggja dent á nummar 14 “Lív í havi” og nummar 15 “Lív á landi”. Tann triðja dagin, sum er almenni ruddingardagurin í kommununi, fara vit millum annað at rudda á økinum rundanum skúlan.  

Næmingarnir skulu hava skúlatasku, pennahús við tess innihaldi og matpakka við.

Mikudagin er neyðugt, at næmingarnir eru klæddir til at fara út at rudda.

Soleiðis eru vit í skúla:

Mánadagin

1. og 2. flokkur

  • Klokkan 08.00 - 11.30

4. - 7. flokkur

  • Klokkan 08.00 - 13.30

Týsdagin

1. og 2. flokkur

  • Klokkan 08.00 - 11.30

4. - 7. flokkur

  • Klokkan 08.00 - 13.30

Mikudagin

1. - 7. flokk

  • Klokkan 08.00 - 12.30