Seinastu tíðindi

Starvslýsing

frí. 7.jun

EITT STARV ER LEYST AT SØKJA Í VIÐAREIÐIS SKÚLA - SKÚLAÁRIÐ 2019/20

Starvið verður lýst leyst at seta frá 1. august 2019:

Starvið er tíðaravmarkað vegna lærara, sum er í farloyvi. Starvið er fulla tíð.

Tann, ið settur verður, skal:

·         undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans

·         duga at samstarva, vera fyrikomandi og sýna jaligan hugburð mótvegis næmingunum

·         verða fús/ur at taka á seg tær uppgávur, ið eru í skúlanum

·         vera stundislig/ur og nærløgd/ur

·         vera við til áhaldandi at menna skúlan

Skúlanum tørvar lærara, ið m.a. kann átaka sær:

·         at vera flokslærari  í 1., 2. og 3. flokki

·         at undirvísa í m.ø. føroyskum, kristni, heimstaðarlæru, ítrótti og handaverki og list

Førleikakrøv

Útbúgving sum fólkaskúlalærari. Ynskiligt er, at umsøkjarar hava starvsroyndir í fólkaskúlanum
 

Lønar- og setanartreytir

Lærarastarvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at tann, ið settur verður, er tænastumannasettir lærari frammanundan.
Lærarastarvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1 – 29.2.

Umsóknir

Umsóknir við c.v. og avriti av prógvum skulu sendast til vid@skulin.fo og vera skúlaleiðaranum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 21. juni 2019 kl. 12.00.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til skúlaleiðaran, Jensebeth Absalonsen, á tlf. 45 11 80 ella 23 10 80.

Viðareiðis skúli hevur næsta skúlaár 33 næmingar í 1. – 7. flokki.