Seinastu tíðindi

Skúlin stongdur til eftir páskir

mán.23.mar

Góðu foreldur!

Sum tit helst hava frætt, eru skúlarnir stongdir til eftir páskir. Komandi tvær vikurnar halda vit tí fram við heimaundirvísing, sum verður skipað á heimasetningunum hjá einstøku flokkunum.

Nú tá øll undirvísingin verður skipað sum heimaundirvísing, liggur øll arbeiðsuppgávan sjálvandi eisini heima. Summi tykkara hava góða tíð og umstøður annars at hjálpa tykkara børnum við heimaarbeiði, meðan tað hjá øðrum ikki er so. Eisini er ymiskt, hvussu sjálvstøðugt næmingarnir megna at arbeiða. Um tit hava onkran fyrispurning ella ivamál kunnu tit venda tykkum til flokslæraran ella læraran í einstøku lærugreinini. Tað ber eisni til at seta seg í samband við leiðsluna umvegis telefon ella teldupost. 

Okkara ætlan er ikki, at heimaarbeiðið skal tyngja gerandisdagin hjá tykkum óneyðugt, men tað hevur týdning at halda næmingunum til og hava eitt ávíst reglusemi í skúlaarbeiðinum, nú skúlin er stongdur. 

Vónandi koma vit væl ígjøgnum hesar serligu dagar, so vit kunnu byrja regluliga skúlagongd aftur. Vegna skúlan vil eg senda tykkum bestu heilsur!

Kærar heilsanir

Jensebeth Absalonsen