Seinastu tíðindi

5. flokkur aftur í skúla

hós. 7.mai

Sum kunnugt skal 5. flokkur í skúla aftur mánadagin 11. mai. Vit hava í hesum sambandi valt at skipa skúlagongdina soleiðis:

1. – 3. flokkur

·         Koma inn í skúlan í nýggja bygninginum

·         Halda til í skúlastovunum í ovaru síða í nýggja bygninginum.

·         Vit fylgja tímatalvuni.

4. og 5. flokkur

·         Koma inn í skúlan í gamla bygninginum

·         Halda til í tveimum skúlastovum í gamla bygninginum

·         Fylgja tímatalvuni við hesum broytingum:

         Mánadagin ein tíma í føroyskum - heim kl. 12.30

         Handaverk og list er tikið av skránni hesa vikuna

6. og 7. flokkur

·         Undirvísingin fer fram á Team hvønn dag millum 08.00 og 10.30.

Kunning er í vikuætlanini, hvat tey skulu gera.

 

Vinaliga

Jensebeth