Seinastu tíðindi

Leys størv í Viðareiðis skúla

hós. 7.mai

Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2020:

·       1 fast lærarastarv

·       1 tíðaravmarkað lærarastarv. Starvsbrotið er áleið 0,5 – 0,6. Endaliga tímatalið og starvsbrotið verður ásett 1. september 2020.

Tann, ið settur verður, skal:

·       undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans

·       duga at samstarva, vera fyrikomandi og sýna jaligan hugburð mótvegis næmingunum

·       verða fús/ur at taka á seg tær uppgávur, ið eru í skúlanum

·       vera stundislig/ur og nærløgd/ur

·       vera við til áhaldandi at menna skúlan

Skúlanum tørvar lærarar, ið m.a. kunnu átaka sær:

·       at vera flokslærari  í 1. og 2. flokki

·       at undirvísa í m.a. føroyskum, donskum, støddfrøði, kristni, heimstaðarlæru, ítrótti og handaverki og list

Førleikakrøv

Útbúgving sum fólkaskúlalærari. Ynskiligt er, at umsøkjarar hava starvsroyndir í fólkaskúlanum

Lønar- og setanartreytir

  • Størvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, ið settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

  • Størvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1 – 29.2.

Umsóknir

Umsóknir, saman við c.v. og avriti av prógvum skulu vera fyrstalæraranum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 22. mai 2020 kl. 15.00.

Umsóknir kunnu eisini sendast við telduposti til jensebeth@skulin.fo.

Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til skúlaleiðaran, Jensebeth Absalonsen, á

tlf. 45 11 80 ella 23 10 80.

Viðareiðis skúli hevur næsta skúlaár 41 næmingar í 1. – 7. flokki.