Seinastu tíðindi

Kunning - Øll aftur í skúla

frí.15.mai

Allir flokkar og øll starvsfólk møta eftir tímatalvuni mánadagin 18. mai. Vanliga tímatalvan verður galdandi. 1. – 3 . fl. og 6. og 7. fl. møta í síni heimastovu. 4. og 5. fl. fara framhaldandi at hava heimastovu í gamla bygninginum.

Øll fríkorter verða hildin úti, og tí er neyðugt, at næmingarnir eru ílatnir eftir veðrinum. Flokkarnir skulu halda seg hvør fyri seg, og skift verður millum tey ymsu økini í skúlagarðinum.

Alt virksemi í ítróttur gongur fyri seg úti við spølum ella túrum í náttúruni. Næmingarnir mugu verða ílatnir eftir veðrinum.

Handaverk og list  í 4.-7. fl. eru avlýst.

Viðvíkjandi reinføri, so skulu vit framhaldandi vaska okkum um hendurnar, tá vit koma í skúla, áðrenn vit fara út í fríkorter, áðrenn vit fara inn aftur í tíma og í sambandi við máltíðir.

Serliga skipað vasking og spritting verður framhaldandi í skúlanum hvønn dag.

Næmingar og starvsfólk, ið hava krím ella kenna seg sjúk, skulu ikki møta í skúla.

Henda skipan er galdandi frá 18. mai  og til onnur kunning kemur.

Vit gleða okkum til at fáa ein meira vanligan gerandisdag aftur og síggja næmingarnar.

Takk fyri gott samstarv og forstáilsi hesa tíðina og vælkomin aftur í skúla!

Minnist til:

·         Handreinførið er sera týdningarmikið.