Seinastu tíðindi

Túr niðan á Malinsfjall

hós.11.jun

Um viðrar er ætlanin at fara niðan á Malinsfjall mánadagin 15. juni. Sum vit vita, er ringt at spáa um veðrið, so vit hava ein plán b og c, sum er at útseta túrin til týsdagin ella mikudagin.

Vit møta í skúlanum kl. 08.00, og byrjað dagin við morgunsangi. Síðan verða vit koyrd inn í Dalar, har vit byrja at ganga niðan á fjallið við seyðhúsið hjá Samson.

Øll mugu verða ílatin til at ganga í haganum. Vit hava matpakka og drekkivørður við sjálvi.

Foreldur, ommur og abbar eru vælkomin við.

Vit síggjast í góðum lag og við góðum treysti.