Seinastu tíðindi

Zumba

frí.22.jan

Nú ber til at ganga til Zumba í Viðareiðis skúla. Tað er Selma Schmidt, sum fer at undirvísa. Undirvísingin fer fram mánakvøld og hóskvøld.

UM ZUMBA

Zumba er ein stuttligur dansi- og venjingarháttur. Tað er ongin skeiv rørsla, tað ræður um at hava tað stuttligt ímeðan man íðkar og fær sveittan fram. Venjingin í Zumba er ein samanseting at skjótum og seinum rytmum, og er sera effektivt til bæði at tapa seg og at koma í form.

Í Zumba er pláss til øll, man nýtist ikki at røra seg á ein ávísan hátt ella duga tað áðrenn. Kom og ver við og flyt teg við góðum tónleiki og fá eitt smíl á varrarnar.

Ver í klæðum, sum tú kanst røra teg frítt í.

Undirvísingin fer fram frá 28. januar - 26. mars.:

·         mánakvøld kl. 18.00 – 19.00

·         hóskvøld kl. 20.00 – 21.00

 Tekning fer fram hjá Selmu á tlf. 281084

 Um nóg nógv tekna seg, verður byrjað hóskvøldið 28. januar

 Kostnaður 300 kr.