Seinastu tíðindi

FØROYAR LESA

frí.29.jan

Í sambandi við átakið FØROYAR LESA fara vit í februar mánaði at leggja dent á lesing.

Hvønn morgun fara vit at brúka 20 minuttir til lesing. Tað gongur fyri seg soleiðis, at allir næmingarnir lesa samstundis.

Eisini fara lærararnir at hava upplestur, har øll fara at hoyra somu søgu samstundis.

Fyri at gera meira burturúr lesingini, fara vit at heita á foreldrini um at lesa fyri børnunum heima hendan mánaðin. Eisini fara vit at heita á næmingarnar um at lesa onkra bók heima.

Á heimasíðuni FØROYAR LESA er nógv áhugavert at finna. Far inn á heimasíðuna fyri at fáa íblástur. Trýsta á leinki niðanfyri

https://www.føroyarlesa.fo