Seinastu tíðindi

Skúlagongdin fram til jóla

mán.13.des

Skúlagongd er til og við mikudegnum 15/12. Sí vikuætlanir hjá flokkunum.

Frá hósdegnum 16. desember til og við týsdegnum 21. desember er skúlin opin fyri næmingum í 1., 2. og 3. flokki, har eingin onnur ansing er møgulig.

Hava tit tørv á hesum tilboði, verða tit biðin um at siga frá sum skjótast og í seinasta lagi týsdagin 14. desember kl. 18.

Tit skulu seta tykkum í samband við Jensebeth Absalonsen, skúlaleiðara, á tlf. 231080.