Seinastu tíðindi

Sóttarhald

týs. 1.feb

1. februar 2022

Sóttarhaldsreglurnar verða linkaðar soleiðis:

Tættar kontaktir

Tættir kontaktir skulu í sóttarhald. Tey sum eru koppsett (í minsta lagi tvey prik) sleppa tó undan sóttarhaldi, men eiga at lata seg kanna tvær ferðir: Fyrstu ferð skjótast gjørligt og aðru ferð 4. dagin eftir síðsta samband við tann smittaða.

Aðrar kontaktir

Aðrar kontaktir eiga at lata seg kanna tvær ferðir: Fyrstu ferð skjótast gjørligt og aðru ferð 4. dagin eftir síðsta samband við tann smittaða.
 

Koronakanningar: 

Mannagongdin í sambandi við koronakanningar verður broytt. Sum útgangsstøði skulu skundkanningar brúkast. Bara hesi skulu brúka PCR-kanningar:

  • Fólk við sjúkueyðkennum 
  • Tættar kontaktir hjá teimum sum eru smittað, tvs. húskið
  • Fólk sum hava fingið positivt úrslit við eini skundkanning

21. januar 2022

Tættar kontaktir 

Tættar kontaktir skulu í sóttarhald. Tey, sum hava fingið 3. prik sleppa tó undan sóttarhaldi, men eiga at lata seg kanna tvær ferðir. Fyrstu ferð skjótast gjørligt og aðru ferð 4. dagin eftir síðsta samband við tann smittaða.

https://korona.fo/sottarhald

  

17. januar 2022

Aðrar kontaktir

Tú hoyrir til bólkin ”Aðrar kontaktir” um tú hevur verið saman einum smittaðum persóni seinastu 48 tímarnar, áðrenn hesin fekk sjúkueyðkenni ella varð staðfest smittaður, og sum ikki lúka treytirnar fyri at vera ein “tøtt kontakt”.

Aðrar kontaktir eru til dømis:

  • Arbeiðsfelagar
    Floks-/stovnsfelagar
    Vinfólk
    Fólk, sum tú hevur verið saman við til frítíðarvirksemi og sosial tiltøk
    Fólk, sum tú hevur tosað við í almenna rúminum
    Tilmæli til "aðrar kontaktir":

Tú eigur at lata teg kanna tvær ferðir. Fyrstu ferð skjótast gjørligt, og aðru ferð 4. dagin eftir, at tú seinast hevur verið saman við tí positiva.


Tú skal ikki í sóttarhald, tú kanst fara til arbeiðis, í skúla og/ella á stovn og til frítíðarvirksemi og sosial tiltøk, um tú eingi sjúkueyðkenni hevur.


Tú eigur at vera varin, geva tær far um møgulig sjúkueyðkenni, og lata teg kanna um sjúkueyðkenni vísa seg.

https://korona.fo/sottarhald?_l=fo

 

 

Aðrar kontaktir

Tú hoyrir til bólkin ”Aðrar kontaktir” um tú hevur verið saman einum smittaðum persóni seinastu 48 tímarnar, áðrenn hesin fekk sjúkueyðkenni ella varð staðfest smittaður, og sum ikki lúka treytirnar fyri at vera ein “tøtt kontakt”. Aðrar kontaktir eru til dømis:

  • Arbeiðsfelagar
  • Floks-/stovnsfelagar
  • Vinfólk
  • Fólk, sum tú hevur verið saman við til frítíðarvirksemi og sosial tiltøk
  • Fólk, sum tú hevur tosað við í almenna rúminum

Tilmæli til "aðrar kontaktir":

Mælt verður til, at tú letur seg kanna skjótast gjørligt, umframt 4 og 6 dagar eftir, at tú hava verið saman við smittaða persóninum. 

Tú skalt ikki í sóttarhald og kann fara til arbeiðis, í skúla og/ella á stovn, um tú eingi sjúkueyðkenni hevur.

Mælt verður tó til, at tú heldur seg frá øðrum tiltøkum í 7 dagar eftir, at tú hevur verið saman við tí positiva fyri at steðga møguligari smittuspjaðing.

Tú eigur at vera varin, geva tær far um møgulig sjúkueyðkenni, og lata teg kanna um sjúkueyðkenni vísa seg.

https://korona.fo/sottarhald?_l=fo